Hvønn ynskir tú at umboða teg?

Føroyskur politikkur hevur flutt seg alt ov langt frá fólkinum. Okkum tørvar politikkarar sum hava innlit í livikorini hjá vanliga fólkinum.

Politikkarar sum eru jarðbundnir og kunnu finna semjur, ikki fólk sum rópa harðast, og brúka orku uppá at vísa á hvat hini hava gjørt, ikki hava gjørt o.s.fr alt fyri at flyta fokus frá tí, sum hevur tydning, til at fokusera uppá seg sjálvan.
Fólkið í Føroyum er sjálvsagt fjølbroytt, eins og liviumstøður og livikor laga seg ymiskt hjá okkum øllum. Vit mugu tó ikki venda blinda eygað til tá ið vit hoyra um, og síggja hvussu hart barnafamiljurnar eru sperdar. Javnvágin millum familjulív ag arbeiðslív er trupul at finna, og í allar flestu førum eru bæði foreldrini úti á arbeiðsmarknaðinum, og børnini í ansing.
Tað er av stórum tydningi at arbeiða fram móti at barnsburðarfarloyvi verður longri, og helst longt til eitt ár. Somuleiðis eigur barnafrádrátturin at hækka.
Sjálvt um fólk arbeiða nógv, so er trupult at fáa endarnar at røkka saman. Føstu útreiðslurnar eru stórar, og prísurin á vanligum gerandisvørum er alt ov høgur. Ein vanlig familja má venda hvørjari krónu, og tá ið mánaðin er hálvur er uppi hjá nógvum. Hetta má broytast og kostnaðarstøði má niður.
Somuleiðis sum nógvar familjur uppliva fíggjarliga trongstøðu, so hoyra vit dagliga um fólk sum hava útgoldið sær sjálvum høgar samsyningar, og tað uttan heimild. Vit hoyra um fólk sum skuldu verið koyrd frá, tí tey hava misrøkt sítt starv vera premieraði við hægri størvum, sum enntá vera designaði til hesar persónar. Vit hoyra um ójavnar í skattaskipanini. Vit hoyra um fólk, sum koyra fyritøkur og feløg á húsagang, men starta uppaftur dagin eftir, og so framvegis. Hvønn hoyra vit sum vil gera nakað við hetta ?
Skilligt er at fólk eru ónøgd, og ikki kenna at politikkarin arbeiðir fyri tey. Órættvísi er alt ov stórt.
Neyðugt er at hjúkla um og raðfesta familjuna nógv hægri. Foreldrini taka sær av okkara dyramiklasta tilfeingið – børnunum ! Tí skulu familjurnar raðfestast nú ! Onki at sær komið samfelag setur framtíðina uppá spæl !