Hvøkkur á ferðafólki tá Smyril møtti Brimli

Vandi kundi møguliga staðist av eini hending á Trongisvágsfirði í síðstu viku, tá Smyril og Brimil møttust í tjúkkari toku fríggjakvøldið. Sjálvt um fleiri ferðafólk gjørdust skakk av hendingini, siga skipararnir seg hava havt fullgott tamarhald á støðuni

SIGLING

 

Sigling í tjúkkari toku kann í sjálvum sær altíð vera vandamikil og serliga í eini smalari siglingarrennu, sum tann á Trongisvágsfirði. Hetta var eisini støðan fríggjakvøldið, tá Smyril skuldi av Tvøroyri, meðan vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, var á veg inn. Sjálvt um ilt var at síggja fram um nøsina, syrgdi tekniska útgerðin umborð fyri, at manningarnar á skipunum báðum vistu av hvørjum aðrari.

Leysasøgur hava gingið um, at ongin skuldi vera á brúnni á Brimli, men hetta avvísa bæði skiparin á vaktarskipinum og á ferðamannaskipinum.

- Vit vóru fýra-fimm mans á brúnni, sigur skiparin á Brimli, Julian Juul.

Skiparin á Smyrli, Niels Harald Michelsen, váttar, at alt var sum tað skuldi umborð á Brimli. Skipini høvdu ikki minni enn tvær ferðir telefoniskt samband við hvørt annað.

Hinvegin eru skipararnir ikki heilt samdir um mannagongdina, tí skiparin á Brimli skjeyt í fyrstu samtaluni upp, at skipini skuldu møtast bakborð-bakborð. Men stutt áðrenn tey møttust, vildi skiparin á Smyrli heldur møtast stýriborð-stýriborð, av tí at Smyril var á veg norðureftir. At hesi boðini vórðu broytt, undrar skiparin á Brimli.

Hann heldur eisini, at Smyril hevði nakað nógva ferð, tá tey møttust. Spurdur um kontraboðini frá skiparanum á Smyrli og nógva ferðin kundi elvt til vandastøðu, sigur skiparin á Brimli.

- Ja, tað kundi tað, sigur Julian Juul.

Hesum er skiparin á Smyril, Nies Harald Michelsen, ikki samdur í.

- Vanliga sigla vit 20-22 míl, meðan ferðin hjá okkum í hesum føri bert var 14-16 míl. Og tá vit høvdu Brimil plottaðan inn, so dugi eg ikki at síggja, at ferðin var ov høg, sigur Niels Harald Michelsen.

Hann heldur, tað kanska var eitt sindur óheppið, at Brimil júst skuldi vera í siglingarrennuni, júst tá Smyril skuldi norðureftir, men sigur:

- Sjálvandi hava vit ikki einkarrætt til at sigla har, men vit hava eina ferðaætlan at halda okkum til, so í einum slíkum føri, hevði verið betri, um onki annað skip var á leiðini, sigur Niels Harald Michelsen.

 

Dreygaði ógvusliga

 

Ferðafólk upplivdu tað soleiðis, at Smyril dreygaði knappliga, og at hetta í sama viðfangi virkaði ógvusligt, samstundis sum Brimli kom undan kavi í bert 30-40 metrar frástøðu.

Hesum hava skipararnir forstáilisi fyri, tí alt virkar størri og ógvusligari í toku.

Skiparin á Smyril boðaði beinanvegin stjóranum á Strandferðsluni frá hendingini. Hetta váttar Dánjal Andreasen.

- Eg havi fingið frágreiðing frá skiparanum, og hesa eri eg nøgdur við, sigur strandferðslustjórin.

 

Hann avvísir, at hendingin fær nakað eftirspæl.

 

- Manningin hevur handlað, sum hon eigur at gera í slíkum føri, so har er onki at finnast at, sigur Dánjal Andreasen.

 

Kvøldið eftir møttust skipini aftur á somu leið, men leygarkvøldið var tokan uppaftur tjúkkari, og tí sóu ongi ferðafólk nakað til Brimil á hesum túrinum.