Hví kemur tú til Føroya við Íslendska landsliðnum, Eiður Smári Guðjohnsen?

Tað er sera, sera undrunnarvert og næstan átalu vert, at tú kemur til Føroya við íslendska landsliðnum.

Felag títt, Chelsea, sum klæðir, føðir og gøðir teg, stríðist fyri at koma í Champions League-bólkaspælið. Og kortini velur tú at koma við landsliðnum hjá einum lítlum landi fyri at spæla ímóti einum enn minni landi, til hvat? Ert tú ikki væl vitandi, at tú kanst blíva skaddur í dystinum ímóti Føroyum á Tórsvølli í Havn? Ein skaði hevði merkt, at tú ikki hevði kunnað verið við í seinna kvalifikasjónsdystinum í Champions League á Stamford Brigde! Og tað, sum verri er: tú kanst koma at missa dystir í bólkaspælinum, og har við nógvan pening og nógvan bonus. Tú átti at verið klókur av gomlum skaða! Tá ið tú, sum blaðungur, hevði leikt saman við núverandi brasilska heimsmeistaranum: Ronaldo í álopinum hjá hollendska PSV Eindhoven, fekst tú ein ræðuligan skaðan yviri í Írlandi í einum fullkomuliga týdningarleysum U-19 landsdysti fyri Ísland. Tú vart uttanfyri fótbólt í tvey ár, orsakað av hesum púra óneyðuga landsliðsskaðanum, og tapti fleiri milliónir í penningi. Tú bleiv jú næstan rørslutarnaður? Kortini meldaði tú teg kláran til at spæla fyri Ísland aftur. Tú ert besti og ríkasti íslendski leikarin nakrantíð, og álíkavæl stillar tú upp fyri lítla land títt, sjálvt um tú kanst blíva meiddur og missa so nógvar pengar! Ert tú býttur, Eiður Smári? Tann múgvandi nýggji Chelsea-eigarin, Roman Abramovitj, hevur óiva havt ilt eyga á tær, at tú soleiðis setir teg í vága fyri lítla Ísland við sínum bara 280.000 íbúgvum. Tú setir høgu ensku-russisku løn tína uppá spæl! Hví ikki bara venda Íslandi bakið, einaferð og med alla? Tú vinnur einki við Íslandi álíkavæl, tú verður ongantíð heims- ella Evropameistari við teimum. Ísland er als ikki vert, at tú skal umboða teir, teir eru heilt einfalt ikki á tínum støði?
At tú leikar við landsliði tínum, er sjálvandi tín sak, Eiður Smári. Men minst til ? vit hava ávarað teg ímóti hesum. Tí at vit í Føroyum, sum onga aðrastaðni, vita væl, hvussu vandamikið og skaðiligt tað er, at leika á landsliðnum?