Hví ikki standa saman og gera felags átøk

Jacob Vestergaard
?????
Fyri tíð síðan var Suðuroyarætlan landstýrisins framløgd, og støðan í Suðuroynni sett á dagsskránna. Við Suðuroyarætlanini vísir landsstýrið vilja til at gera átøk fyri at venda gongdini, so Suðuroyggin aftur kann verða á hædd við restina av landinum.
Landsstýrið hevur sett ávís átøk í verk. Verklagslóg er løgd fyri Løgtingið um berghol Hov-Øravík, har farið verður undir arbeiðið í juli mánað í ár. Ein samlað íløga á uml. 150 milliónir.
Landsstýrismaðurin í mentamálum arbeiðir við einari ætlan um at gera Fámará til »skúla« fyri næmingar við serligum tørvi. Ein sera áhugaverd ætlan, sum vónandi fær ta politisku undirtøkuna, hon hevur uppiborið.
Møguleikarnir at stovnseta ein »Suðuroyargrunn« við hjálp frá Framtaks-grunninum áttu ikki at verið so langt burtur, eftir at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur eggjað Framtaksgrunninum til at seta pengar í Norrønu. Tá pengar úr Framtaksgrunninum kunnu brúkast til at hjálpa kreppuraktu Norrønu, kunnu teir eins væl nýtast til at hjálpa kreppuraktu Suðuroynni.
Sum eg áður havi nvent, so er fyritreytin fyri at Suðuroyarætlanin kann menna Suðuroynna, at suðuroyingar gera seg til reiðar at taka ímóti møguligari hjálp. Suðuroyingar hava havt trupult við at standa saman, og hetta vísir seg tíverri framvegis at vera trupulleikin.
Vit hava framvegis 7 kommunur, sum hvør í sínum lagi ger ætlanir fyri sítt avmarkaða økið, uttan at taka heildina við. Soleiðis ger Vágs kommuna saman við Granskingardeplinum fyri Økismenning menningarætlan fyri Vág, meðan Tvøroyrar komm-una fyrireikar stórar útbyggingar á ítróttarøkinum við svimjihøll o. ø.
Alt hetta er gott og vísir, at vit enn hava áræði og vónir um framtíðina, men fyri at nevndu ætlanir, og aðrar við, veruliga skulu koma til sín rætt, mugu hesar verða partar av felags ætlanum fyri alla oynna. Tað nyttar framvegis ikki at gera ætlanir fyri Tvøroyri ella Vág, sum ikki hava undirtøku aðrastaðir í oynni.
Halda vit áfram sum nú, fáa vit ongantíð Suðuroynna veruliga á føtur aftur, líkamikið hvør hjálp kemur uttanífrá.
Tað er tí alneyðugt at kommunurnar í Suðuroynni fara undir eina miðvísa tilgongd fyri at leggja Suðuroynna í eina kommunu, soleiðis at vit til kommunuvalið 2008 kunnu velja til eina kommunu í Suðuroynni.
Vit kundu tá, beinan-vegin nú, farið undir átøk á ymiskum økjum, sum eru felags fyri alla Suðuroynna.
Aðrir bólkar, vinnufeløg o.o., sum kalla seg »Suðuroyar Sunnara« ella »Suðuroyar Norðrara«, áttu eisini at tikið stig til at stovnað feløg, sum umboðaðu alla Suðuroynna.
Glottar eru at hóma, men skulu vit veruliga fáa nakað burturúr, mugu vit standa saman á øllum økjum, og finna fram til felags loysn-ir, sum styrkja alla Suðuroynna.