Hví ikki saft?

Tað er komið fyri, at eg havi ummælt alkoholfrítt vín, men lat tað beinavegin vera sagt, at eg ongantíð havi smakkað nakað av hesum, ið var vert at drekka. Tvørturímóti eru tey flestu alkholfríu vín-sløgini ódrekkilig. Og tað er ikki tí, at einki alkohol er í. Tað er einfalt tí, at rávøran er í botni hvat viðvíkir dygd og at kundin neyvan setir sær nakrar serliga vónir til hetta slagið kortini.

Plagi at mæla fólki til, ið ikki kunna ella vilja drekka vín, heldur at royna góða saft afturvið matinum. Havi eisini ummælt fleiri av hesum við hampiligum skoðsmáli, men hendan dagin eg var til ábit hjá Snorra Paturssyni í Josie’s varð eg aftur tikin á bóli. Snorri hevur fingið sær umboðið fyri enska merkið Bottlegreen. Talan er um lítla familju-fyritøka úti á bygd í Onglandi. Kit og Shireen Morris byrjaðu í 1989 at lata í fløsku av fruktina av enska summarinum, - sum tey málbera seg. Í fløskunum við Cordials er innihaldið sum siroppur og skal blandast 1:10. Pressé-fløskurnar við bløðrum er klárt at drekka. Fyri at gera stutt av, so er hetta besta saftin eg havi roynt á fløsku. Allar fáa 6 stjørnur og mítt besta viðmæli. Eg kann bara gita hvussu børnunum dáma hesa reinu og natúrligu saft uttan nøkur tilsett lit-, smakk- ella søtievni. Fæst hjá Josie’s Juice Bar í Havn, Yviri við Strond hjá Yndi.


Cordials:

Sweet Lime (lime-frukt)

Cox’s Apple and Plum (súrepli og blomma)

Elderflower (hylliblóma)

Spiced Berry (kryddað myrk ber)


Pressé:

Pomegranate and Elderflower (granatepli og hylliblóma)

Ginger and Lemongrass (ingifer og sitróngras)

Blackcurrant and Blueberry (sólber og blabber)

Elderflower (hylliblóma)