TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Carlsen-systrarnar, Vanju, Lailu og Barbaru í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.
Við Carlsen-systrunum, sum royndu seg í donsku Eurovision kappingini farna leygarkvøld hava føroyingar nú roynt seg átta ferðir í donsku Eurovision kappingini, fimm ferðïr í íslendsku og eina ferð í svensku Eurovision kappingini, og hava enn ikki borið tann fyrsta sigurin heim.
Tí er spurningurin um tíðin ikki er búgvin, at føroyingar hava sína egnu Eurovision kapping?
Carlsen-systrarnar staðfesta, at tað krevur eina stóra samskipan og nógv fólk, men hví skulu føroyingar sum hava so nógvar gávuríkar tónleikarar og sangarar ikki kunnað skipað fyri síni egnu kapping?
Í samrøðuni tóku Carlsen-systrarnar samanum eina spennandi, men strævna uppliving í Ålborg, sum tær samanumtikið er nøgdur við hóast tað ikki rakk til ein sigur ella til finaluumfarið í tí donsku Eurovision kappingini.