Annfinnur Garðalíð, Skipari
-------
Vit minnast flest allir føroyingar, tá bankarnir blástu vakrar tónar ígjørnum kundapípuna. Teir bjóðaðu kundunum til galladøgurðar runt Føroya land, og kundarnir fingu at síggja vøkur ljós show víst uppí himmalrúmið. Men nú eru arðir tónar í kundapípuni. Tað eru ikki orð fyri, hvussu bankarnir hóreiggja sær við at áleggja kundunum fleiri ómaksgjøld. BankNordik boðaði frá, at teir fóru at koma við umleið 60 eyka ómaksgjøldum til teirra trúføstu kundar. Gjøgnum Kringvarpið vissaði stjórin kundarnar um, at gjøldini vóru komin fyri at verða. Tey deyðu skuldu heldur als ikki verða gloymd av bankunum. Nei, um tú vilt minnast ein av tínum nærmastu við eini peningaupphædd, ja , so vil bankin eisini verða mintur vegna tey deyðu við einum ómaksgjaldi upp á 25 krónur fyri hvørja samkensluflyting. Eg spyrji bara , hvar er moralurin hjá leiðslu bankans og hvar gongur markið?
Kenni meg snýttan
Eik kom síðani sum úlvur í lamsskinni og boðaði sínum trúføstu kundum frá, at teir skuldu sleppa frá fleiri av hesum ómanksgjøldum. Tey gomlu skuldu sleppa enn og betur við fríum tænastum. Tað er bara heilt í ordan, at pensiónistar sleppa undan fleiri av hesum gjøldum, men onkrastaðni skuldi Eik fáa nakrar eyka inntøkur. Ja nemliga - allir lántakarar, sum hava tikið BRF lán, Realkredit, altso donsk oblikatiónslán, skula nú gjalda eitt størri ómaksgjald, fyri at Eik umsitir hesi lán. Fyri ein vanligan kunda merkir hetta, at ómaksgjaldið veksur við umleið 8000 krónum um árið. Hvussu við tænastuni – man hon far at vaksa samsvarandi? Eg ivist!
Fría atgongd til landskassan
Vit mugu spyrja, hvussu ber tað til, at bankarnir fáa loyvi at hækka sínar rentur og ómaksgjøld, tá vit vita, at landið endurrindar heili 36% í rentustuðli til sethúsalán. Rentustuðulin er í veruleikanum ein beinleiðis stuðul til bankarnar. Meðan landskassin koyrir við einum halli uppá umleið 6-700 milliónur krónum, fáa bankarnir samanlagt fleiri hundrað milliónur meira í rentuinntøkum beinleiðis úr landskassanum, uttan at nakar politiskur myndugleiki hevur játtað meirútreiðsluna. Samstundis tyngir hetta um gjaldsførið hjá landskassanum, so landskassin má finna fleiri inntøkur - og tað eru so aftur tú og eg sum skula gjalda.
Tvungin at føroyskum banka
Eg haldi heilt persónliga, at hetta líkist so púrasta ongum sum bankarnir hóreiggja sær. Vit hava øll verið vitni til, at bankastjórarnir eru fagnaðir við lógvabrestum og hava bjóða partaeigarum til galladøgurðar, har eg millum annað sjálvur varð bjóðaður við. Men hvat hendi, tá bankarnir blivu stýrdir beint av knóranum? Hvar blivu innbjóðingarnar av til teir so nevndu galladøgðurarnar, tá partabrøvini blivu niðurskrivað til kr. 0,00. Aftur har komu bankarnir við eini rokning fyri at umsita partabrævgoymsluna, sum undir stovnan var uttan kostnað. Og eg spyrji, hvør fekk gylta handtrykkið við fleiri milliónum krónum? Tað var so sanniliga ikki kundin, hvørki so ella so. Men kundin bleiv sanniliga ikki gloymdur, men fekk sum trúfastur kundi eyka ómaksgjøld at bera. Kundin hevur, sum alt er samansett í dag, heldur ongan møguleika at flyta til útlendksan banka, men er tvuning at brúka føroysku okursbankarnar.
Eg vil meina, at vit vanligu føroyingar skula hava møguleika fyri at fáa okkara lønarinntøku í tann banka sum vit vilja og eisini uttanlands um, vit ynskja tað, uttan um teir føroysku bankarnar, so eitt sindur av kapping kann koma í. Nú, Húsalánsgrunnurin kemur við sínum realkredittlánum, verður tað uttan iva bara betur fyri lántakararnar. Sjálvsagt skal landið kunna verða við at fíggja sethúsalán. Landið er jú við sum er, tá hugsað verður um rentustuðulin, sum landið rindar beinleiðis til bankarnar sum reinan stuðul.
Bankin útnyttar flatskattin
Tað fyrikemur mær soleiðis, at nú landsstýrið hevur samtykt eina progresiva flatskattaskipan, ja so síggja bankarnir sær møguleikan fyri, at teir skula hava ein part av hesum flatskatti, við at at hækka renturnar, ómaksgjøld og tænastugjøld. Tað virkar fyri mær, sum at kundin skal als ikki hava møguleika til at njóta gott av eini slíkari flatskattaskipan, sum kemur at geva okkum nakað meiri av tøkum peningi til gerandisdagin.
Buktina og báðar endarnar
Bankarnir bjóða kundunum at stovna 60 ára kontu, kapital pensión konti o.s.v. Men hvat er tað bankarnir gera, tá teir koma við hesum “tilboðum”. Jú , ikki skula vit verða blind ella naiv, tí um tú hevur tikið eitt sethúsalán, sum vanliga tekur 30 ár ella kanska nærri 40 árum at gjalda aftur, tá ert tú blivin pensionist. Tá eru hesar ymisku pensiónskontinar opnar og tú sum sethúsaeigari hevur uttan iva endurfíggjað ella gjørt ymiskar ábøtur á hús tíni, sum kosta væl av peningi, tá stendur bankin sum hægsti harri yvir tínari kontu og tekur tína uppspærdu pensión av kontuni fyri at gjalda lán út fyri. So aftur har skuldi tú heldur onga gleði fáa av pensiónini, men einans hetta, at tú skal kempa fyri at bankin skal yvirliva og restina má tú so sjálvur finna útav. Tá verða neyvan nakrar sømdir at heinta frá lánistovninum, tí tá ert tú alt ov gamal og við ørðum beininum í grøvini.