Per Stig harmast, tí hann noyðist at fylgja einum kravi frá meirilutanum í Fólkatinginum. Kravið er, at hann skal atkvøða fyri einum uppskoti í IWC um at friða hval í Suður Atlantshavi. Eitt krav sum stríðir ímóti føroyskum áhugamálum.
Edmund Joensen fegnast tí ríkisfelagsskapurin er trygdin fyri føroyskum áhugamálum.
Hann skrivar m.a.í aðrari av greinum sínum í farnu viku:“Undirritaði hevur í dag havt samband við ymsar partar í politiska umhvørvinum á Christiansborg, og tann greiða ábendingin er, at stjórnin fer at halda somu kós í IWC sum higartil. Tað merkir, at føroyska og grønlendska sjónarmiðið um, at hvalaveiða kann loyvast, tá hon fer fram á burðardyggum grundarlagi, framvegis er almenna sjónarmiðið hjá Ríkisfelagsskapinum í IWC” Men greinin er ikki meira enn komin í blaðið, so hoyra vit í Útvarpi Føroya, at Per Stig Møller harmast støðuna, hann er komin í, og at hann noyðist at fylgja kravinum frá meirilutanum í danska Fólkatinginum (og ikki bara frá SF, sum EJ annars rør upp undir í greinini). Harvið gongur hann, Per Stig Møller, og danska stjórnin ímóti ynski føroyinga og grønlendinga, og setir soleiðis áhugamál okkara til viks í hesum málið. Tað merkir, at føroyska og grønlendska sjónarmiðið um, at hvalaveiða kann loyvast, tá hon fer fram á burðardyggum grundarlagi, sum var almenna sjónarmiðið hjá Ríkisfelagsskapinum nú er slept
Prinsipielt mál
Her er tað, at málið gert rættiliga prinsipielt. Í altjóða høpi og í altjóða felagsskapum sum t.d í IWC er tað egoistiskt bara at arbeiða fyri sær og sínum, og naivt at halda seg kunna fáa nakað burturúr, við bara at arbeiða fyri bara sær og sínum. Tað er lætt at fara skeiv, um hildið verður, at onnur verja okkara øki, tá ið vit leggja vertin á teirra, hóast áhugamálini eru tey somu.
Og tað er tað, sum er við at henda her. Vit – okkara umboð – fer at atkvøða fyri at friða hval á einum fjarskotnum øki. Tá okkara almenna sjónarmið úti í heimi tekur undir við at friða hvalin aðrastaðni. Hvønn stuðul kunnu vit so vænta av hinum limunum í IWC, tá ið talan er um at veiða hval á okkara leiðum.
Hví harmast Per tá ið Edmund fegnast
Hóast Per Stig Møller kennir seg noyddan at fylgja kravinum frá Fólkatinginum, og hóast hann sigur seg harmast, nú hann sum umboð okkara í IWC, ikki er førur fyri at verja okkara sjónarmið, so fegnast harafturímóti Edmund Joensen. Hann kemur til ta niðurstøðu í seinnu grein síni í vikuni, sum fór, at málið vísir “at Ríkisfelagsskapurin fylgir við tíðini og framhaldandi er fult førur fyri at verja áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi.”
Í staðin fyri at sannføra sínar starvsfelagar á Christiansborg um, hvussu skeivt tey arbeiða í hesum máli, so skrivar hann teigar upp og niður um, hvussu fantastiskur Ríkisfelagsskapurin er. Og skal hetta málið verða dømi um tað!
Sjálvandi eiga føroysk fólkatingsumboð at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum á Christiansborg. Eisini sambandsumboð! Í hesum føri átti orka tí at verið løgd í, at sannført tey donsku fólkatingsumboðini um, hvussu skeivt tað er av teimum at stríðast ímóti føroyskum áhugamálum. Og soleiðis víst á, hvussu illa grundað uppskotið um friðing er, sum tey krevja, at Per Stig Møller skal atkvøða fyri. Men tað ger Edmund Joensen ikki. Hann fegnast harafturímóti, og vísir á, hvussu væl føroysk sjónarmið eru vard í Ríkisfelagsskapinum.
Hvussu kunnu donsk fólkatingsumboð halda seg gera nakað galið móti føroyingum, tá ið annað av føroysku fólkatingsumboðunum í tvinnanda greinum fegnast um støðuna, tey hava sett føroyingar í?