Hví eru vit ikki við í »Small Nation Games« - smátjóðaleikunum?

   

Eingin hevur sæð halaferðina á íslendingum síðan oyggjaleikirnar í 1989. Og hvør er so orsøkin til hetta? Orsøkin til, at teir ikki eru við á Oyggjaleikunum longur, er at teir hava funnið eitt betri forum at luttaka í. Hetta forum er "European Small Nation Games" - evropeisku smátjóðaleikirnir. 10. evropeisku smátjóðaleikirnir vóru hildnir á Malta seinast í mai og fyrst í juni-mánaði, also ein góðan mánaða áðrenn oyggjaleikirnir á Guernsey vóru hildnir. Smátjóðaleikirnir eru fyri evropeiskar smátjóðir, sum hava minni enn 1 miljón íbúgvar. Tað merkir, at t.d. Estland og Albania eru ov stór lond í hesum høpinum. Fyrstu leikirnir vóru hildnir í San Marino í 1985, og hava teir síðani gingið uppá skift millum smátjóðirnar annað hvørt ár. Ísland varð vertur í 1997. Íslendingar plaga at skifta ímillum at verða næst- ella triðjubestir í heiðursmerkjabýtinum. Luttakandi londini á "European Small Nation Games 2003" vóru Kýpros, Malta, Ísland, Luksemburg, San Marino, Monako, Liktinstein og Andorra. Føroyingar hava leikt fótbólt, flogbólt og handbólt ímóti flestu av hesum 8 tjóðunum. Tað hevði verið upplagt hjá okkara fótbóltskvinnum, og báðum flogbólts-landsliðunum at verið við á "Small Nation Games", og leikt ímóti londum, sum høvdu verið á einum høgum, men kortini ikki ræðandi støði. Tað hevði eisini verið eitt gott høvi hjá einstaklingaítróttargreinunum at roynt seg ímóti hinum 8 evropeisku smátjóðunum. Hilmar Jan segði í ÚF áðrenn báðar flogbóltsfinalurnar at nógvir av hinum oyggjabúgvunum virdu ikki sín tjóðsang líka nógv, sum føroyingar! Men tað sigur seg sjálvt! Tey umboða ikki eina tjóð, tey umboða ein landslut ella viðhvørt bara eina kommunu í einum størri landi. Dømi um hetta eru: Gotland, Isle of Wight, Rhodos, Ynis Mon, Saareema, Prince Edward Island, Hetland, Orknoyggjar og Hitra. Tað eru bert Føroyar og Grønland, sum hava sítt egna tungumál og eina serstaka mentan av oyggjaleikaluttakarunum. Hini práta enskt, svenskt, estiskt, walisiskt ella grikst. Og eru tey partur av einum størri mentunnarbólki. Bert nøkur fá tandur á Man og á Jersey práta upprunamálið. Lagnuna hjá hetlendska málinum kenna vit. Í stødd og í fólkatali eru oyggjabólkarnir okkara javnlíkar. Men talan kann aldrin verða um ein "landsdyst" tá tú spælir ímóti einari kommunu ella einum landsluti. Høvdu vit luttikið á "Small Nation Games" hevði talan verið um ein landsdyst, ella landadyst í hvørjari kapping. Næstu smátjóðaleikirnir verða í Andorra í 2005. Mín spurningur til ÍSF-nevndina er: Verða Føroyar við á "European Small Nation Games" í Andorra í 2005?