Hví eru Frændur ikki goymdir og gloymdir?

Tað eru liðin 25 ár, síðani Frændur góvu fyrstu plátuna út, og nú eru 11 ár liðin, síðani nakað nýtt kom frá Frændum seinast. Men framvegis eru Frændur sera væl umtóktir. Hví eru Frændur ikki goymdir og gloymdir?

Steintór: Kanska raktu vit eina nerv í 80’unum, sum hevur havt ein drúgvan eftirklang. Og tá fólkið tekur sangirnar til sín og sjálvt vil halda lív í teimum, so er tað ein arvur, sum vit ikki kunnu renna frá. Rani: Orsøkin er Hundurin Brúni, Føroyar, 80’ini, Mítt Land og hinir sangirnir, sum vit hava gjørt og spæl. Tað eru teir góðu, sangbaru sangirnir, sum hava hildið lív í Frændur øll hesi árini.

Steintór: Eg haldi eisini, at vit hava dugað at givið pláss til soloprojektini og tikið onkrar av teimum sangunum við, tá vit hava spælt live.