Hví er tað so dýrt at búgva í Føroyum?

Klokkan 12 í dag fara Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Hermann Órskarsson, stjóri á Hagstovuni og Finn Nielsen, stjóri í Keypssamtøkuni at skifta orð á Rás 2 um, hví tað er so dýrt at búgva í Føroyum Orðaskiftið kemur í kjalarvørrinum á prískanning, sum Sosialurin gjørdi í gjár og sum vísti, at í Føroyum er nógvar vørur rættiliga nógv dýrari at keypa enn í Danmark.

Og tað merkir samstundis, at Føroyar eru eitt ógvuliga dýrt land at búgva í, tí Danmark er frammanundan dýrasta landið í ES at búgva í.

Í Sosialinum í gjár metti Hermann Oskarsson, at manglandi kapping er ein orsøk til, at príslegan í Førioyum er so høg, men á Rás 2 klokkan 12 í dag, fara so tríggir mans, sum vita nógv um hesi viðurskifti, at skifta orð um, hví príslegan í Føroyum er so høg, sum hon er.