Hví einki veruligt?

Seinastu ttíðina hevur nógv verið frammi í bløðnum, mest í Sosialinum, um viðurskiftini í Tórshavnar Kommunu, eftir at Kollafjørður legði saman við Havnina.

Nógvir kollfirðingar eru misnøgdir við viðferðina, teir fáa frá Tórshavnar Kommunu.
Í Sosialinum fyrr í vikuni roynir Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, at verja sína støðu og býráðið í Havn
Tað sæst í viðtalinum við borgarstjóran, at hann ikki virðir teir borgarar, sum gjørdu tað, at hann situr á tí posti, hann situr á í dag.
Men tað mistakið vænti eg ikki, at kollfirðingar fara at gera aftur
Hann hevur aftaná gramt seg um, at tað stóð í yvirskriftini, at tað var hol í høvdið at tey eru misnøgd í Kollafirði, men ananrs heldur hann, at greinin er sera góð.
Eg haldi sjálvur, at greinin er sera væl skrivað, og tað sæst, hví skrivarin hevur valt at nýta hasa yvirskriftina.
Jan Christiansen ger í geinini vart við, at nakrar av avgerðunum, ið gamla bygdaráðið tók vórðu (og tað vóru avgerðir, ið bygdarfólkið vildu hava), ikki vóru so hepnar fyri Tórshavnar- ætlanini, sum td. byggiloyvini á økinum innast á fjørðinum, har har einki skip grynnir. Loyvini skuldu ikki verða givin til vinnubygningar, tí at økið skuldi nýtast til tað ið hevur við sjógvin at gera, sigur Jan Christiansen.
Eg eri sanførdur um at hvørki virki um tey flóta á sjónum ella liggja við kei, kunnu vera ravmagn fyri uttan, so sjálvandi eigur eitt virki sum ID-EL at vera á havnaøkinum við góðum umstøðum.
Tað prima ið býráðið nýtur er íløguloftið. Men betur hevði verði, um tær umleið 10 milliónirna ið nýttar eru til nýggjar bilar og maskinir at taka arbeiðið frá tí privata fyri undirprís, heldur vórðu brúktar til at bygt skúlan út fyri.
Tað treingir harðliga til, tí eg veit ongan skúla í Havn, har tað er upp í 30 børn í somu skúlastovu dag út og dag inn, so hvar tørvurin er størst er ikki ringt at meta um.
Jan nevnir síðani alt, sum er gjørt er í Kollafirði síðani samanleggingina.
Eg kann fortelja honum, at enn er einki gjørt í Kollafjørði, sum Tórshavnar Havn og Tórshavnar kommunukassi ikki fá stóran vinning burtur úr, og enn er einki gjørt, sum tann meinigi kollfirrðingurin kann njóta ella fá nakra nyttu burturúr.
Hann sigur eisini, at Klosterboer ikki var komið, um Tórshavn ikki varð við.
Eg havi latið mær fortalt, at Johan Klosterboer hevði gjørt avtaluna við bygdaráðið og hevði bjóðað sær til at gera keiina, skuldi tað gjørst neyðugt. Eg havi eisini latið mær fortalt, at J. Klosterboer keypti øll spunslini til havnagerðina fyri at vera vísur í at havnalagið kom.
Hasar 40 milliónirnar, sum borgarstjórin tosar um, eru brúktar uppá havnina, hava teir fingið inn í skatti og nakað val afturrat úr Kollafjørði, umframt havnagjald fyri øll skipini, ið hava ligið við bryggju. Sostatt verður spurningurin um, hvør skal gjalda hvørjum, um tað vildi so væl við, at kollfirðingar gjørdu av, at sleppa sær av við Tórshavnar Kommunu aftur og fingu sær sítt egna stýri aftur.
Ein kann ímynda sær, hvat Tórshavnar Kommuna ætlar at havnalagið, og kanska allur dalurin, skal nýtast til.
Tað er komið mær fyri oyrað, at havnarmenn ætla at taka oljuvinnuna til Havnar, men bert umsitingina. Og hvar skal so allur útbúnaðurin, ið har til hoyrir, so goymast, eitt nú ovurstórar stálmeistrar og fleiri hundrað kilometrar av oljudálkandi rørum, ið krevja túsundatals av fermetrum? Jú í Kollafjørði er mær fortalt. Ræðandi!
Eg vænti at bóndin á Oyrarareingjum má innflyta grasið hjá sær úr Dannmørkini, um oljuvinna verður í Føroyum og fara á fjall á tekjunum á vinnubygningunum.
Tann borgarligi borgarstjórin kemur ikki við einum einsta borgarligum lyfti um at gera nakað við, at kollfirðingar nú hava Tórshavnar Kommunu sum kappingarneyta, hann lovar ongar privatiseringar, ikki skattalættan, einki. Nei, hann krevur bara meiri. Hann krevur at Kollfirðingar, ið hava sáttmála upp á Rás Tórshavn, nú skulu gjalda túsundtals krónur til Televarpið. Tað er brot á sáttmálan um samanleggingina.
Borgarstjórin í Havn kann ikki verða borgarligur. Heldur mann hann vera droyðreyður USSR maður, og kanska er Fólkaflokkurin sum heild farin meira tann vegin, annars høvdu teir gjørt okkurt við býðráðslimirnar í Havn.
Eg meti, at har ið gravskitið er, er mann noyddur at nýta tvøgu, og vil man ikki verða tvøgan, skal mann lata vera við, at biða um at verða valdur inn í politikk.
Eitt meti eg, og tað er, at tað síðsta, ein fólkafloksmaður eigur at gera, er at nýta "Nyrup-háttin", at ræða við peningi, tí tá hevur mann sett seg lágt.
Tað er ein fólkarættur at kunna geva sýnum børnum skúlapláss og trivnað, so løgi hevði verið um kollfirðingar ikki høvdu fingið loyvi bygt skúlan og høllina, tí kollfirðingar hava altíð klárað sítt.
At enda fari eg at heita á gamla bygdarráðið um at fara til fundar og finna útav, um ikki fólkið í Kollafirði átti at verðið eftirspurt eina ferð afturat.
Og hesaferð skulu teir verða spurdir, antin teir vilja verða kollfirðingar ella havnarmenn og ikki sum seinast, um teir vilja vera vestminningar ella havnarmenn.