Hví ódemokratiska bøssa­brúd­leypið má avlívast... og tað nú!

Uppskotið hjá LGBTsa senditíkum á tingi er autoritert, tí soleiðis at geva hjúnabandinum eina so einsíðaða yvirháling, er í sær sjálvum autoritert.
Føroyingar fara at vakna í eini institutión—ella mangul upp á somu—sum er um samlív og samlag, heldur enn eini, sum er um at føra ættina víðari

Agga Niclasen
meining@meyl.fo
---

Problemið við bøssabrúd­leyp­inum er fleirfaldað. Onk­un­tíð samansett, onkuntíð so sera simpult. Men saman­um­tikið hevur tað ein ódemo­kratiskan dám.
At loyva tvey av sama kyni at giftast, er eitt demo­kratiskt problem. Tað er tað, tí eitt “javnstøðu-brúdleyp”, eitt statsstuðlað hjúnaband, intensiverar statsuppílegging í privatlívið, og tí inn í økið, sum hevur við kærleika og pliktan at gera, andliga sum praktiskt.
Eg góðtaki, at staturin altíð hevur gjørt sær dælt av og verið ein meklari av hjúnabandinum. Hann hev­­ur ansað eftir tí. Hann hev­­ur brúkt og broytt tað. Summa­tíðir til tað betra, summatíðir verra.
Men autoritera lógarupp­skotið gevur statinum óaft­ur­takandi rásarúm at de­finera meiningina við hjúna­bandinum, moralsku meiningina við tí, sum er nakað, staturin higartil hevur hildið seg langt burtur frá, og tað við góðari grund.
Meiningin við hjúna­band­inum hevur altíð verið def­inerað av kirkjuni, av samfeløgum, ígjøgnum fleiri øldir, men nú hevur tú eina støðu, ein McCarthyistandi vinstravong, ið letur hjúna­bandið upp á víðan vegg hjá statinum at definera tað av nýggjum — og fyri ein libera­list sum meg, er hetta at fara kilometrar ov langt.
Í løtuni fungerar stat­urin sum meklari av hjúna­band­inum, og hevur aldri ver­ið meiri enn tað: nettupp fyri at verja privatlívið, fyri at familjan og samfelagið kann varðveita sítt privata helle, sítt friðskjól. Vegna før­­oyingin og fólkaræðið er tíðin tí aldri “búgvin til” eina umdefinering av hjúna­band­inum. Eginliga er tað modernað at havna hasum atkvøðulifrandi uppskot­in­um.
Uppskotið hjá LGBTsa senditíkum á tingi er autori­tert, tí soleiðis at geva hjúna­bandinum eina so einsíðaða yvirháling, er í sær sjálvum autoritert.
Hetta brýtur kirkjunnar sjálvræði og gevur statinum enn ein kjans at agera sum legitimur ófriðarkroppur í mun til familjuna og tað, ið faktiskt er privat.
Rætt, vit hava eina stats­kirkju, men tað merkir ikki, at fólkakirkjan tilhoyrir stat­in. Effinett sum tú og eg ikki eru undirgivin statin, sum staturin ikki eigur okk­um, eigur hann heldur ikki kirkjuna. Hon eigur seg sjálva, og hon hjúnabandið. Og sjálvt um, bara fyri frið skyld, kirkjan ikki hevur átt hjúna­bandið í allar ævir, tá hevur hon sitið á tí í so nógv árahundrað, at spurningurin um hevd kemur í gildi.
Hjúnabandið er altso, sum er, í góðum hondum, og er jú eksklusivt á tann hátt, at ein og hvør kann giftast samtíðis við, at tað ikki er fyri ein og hvønn. Annars er tað ikki “eksklusivt ”— DOH! Og ein­asti felagsnevnari, einasti!, tað sum ger tað eksklusivt, er leinkjan “maður og kona” og íborna ynskið um avkom. Og so hevur tað verið, og tað í allar ævir.
Av hesum er tað bara henn­a­ra business, skal at­drátt­­ar­­mikla og stabili­ser­andi hjúnabandið umdefi­ner­ast — og tí, gevur seg sjálvt, av­viklast. Tað er óinspi­rer­andi idioti og hykl at blíva við at heilatváa føroyingin at halda, at hetta handlar um “kærleika”, og tá ið tað ikki riggar, tá “javnrættindi”, og tá ið tað heldur ikki riggar, tá “mannarættur”.
Fínt, ynskir soft-útgávan av føroysku fólkakirkjuni eitt relativt hjúnaband, sum vit so eins væl kunnu kalla “Parlagstokki Take 2”, lad gå!, men tað hevði harmað meg almikið. Men hetta hevði so verið ókey, tí tað var kirkjan sjálv, ið bestemmaði hetta; og tað var kirkjan sjálv, ið slættaði latte-drekkandi bureau­kratum motorveg inn í okkara lív.
Men teologiskir prestar og frísinnaðir demokratar, av tí ektaða slagnum, høvdu heldur búð í kollektivi við Fleksnes enn gjørt seg inn á annara sjálvræði. Tessvegna er tað serliga, ja, kleiggjut, at Framsókn, av øllum, letur seg fjarstýra av LGBT.
So uppskotið er á øllum hermótum eitt drakoniskt álop á hjúnabandið, men eis­ini á øll hasi, túsundtals av føroyingum, ið longu eru gift, sum fóru inn í hjúnabandið av heilt serligum ávum, og sum ein dagin fara at vakna upp úr svøvni í eini aldeilis aðrari institutión enn henni, tey á sinni fóru inn í.
Tey fara at vakna í eini institutión — ella mangul upp á somu — sum er um samlív, heldur enn eini, sum er um at føra ættina víðari, um end­urføðandi framleingjan. Alright, stundum eydnast tað, stundum ikki, men aftur­skapan er so ógjørlig uttan tað, ið maðurin og kvinnan kunnu geva hvørjumøðrum. Og, viðurkennandi, av og á giftast maður og kona hand­an nøringsaldur, hvat eisini er gleðiligt.
Fyri hjúnabandið vil nør-ing tó altíð vera idealið. Tað er hetta, hjúnabandið, sambært definitión, tráar eftir! Og bert tí ikki øll vilja ella kunna tað, er tað sorgarborið, at nøkur eru endað so háarrogant, at tey, í teirra fordømisleysa vís­dómi, halda seg kunna um­de­finera nakað, allir okk­ara forfedrar hava verið ov vitugir at gjørt.
Hygg her! Samkyndur kær­leiki er óførur, bæði sum “natúrligur” og ikki. Eisini tað lív, ið spyrst burturúr samlagi millum tvey av sama kyni. Men samkyndur kærleiki er altso “bara”, innast inni, eitt samband millum tvey fólk.
Hjúnalag er ikki. Tað er ein institutión. Tað snýr seg ikki bara um eitt samlag, tað snýr seg ikki eingong um at hava eitt intenst samband. Tað snýr seg um nógv meiri enn tað; um at skapa eina eind við egnum reglum, við­ur­kend av statinum sum eitt serskilt samveldi.
Henda kulturella eins­rættanin hjá Unga Tjóðveldi og ungum “sosialistum”, ein undirbrotlig cruise ship-útgáva av David Bowie alt pakkið, har tú klamsar saman eitthvørt menniskjasamband, so at øll samvera kann homo­­geniserast til hugtakið “hjúna­­band”, tænir ongum. Fyri tús­und og aftur túsund før­oy­ingar er hjúnalagið nevni­­liga um meiri enn sam­lív, um meiri enn tvey fólk, sum elska hvønnannan. Tað er um meiri enn tvey fólk, ið kanska, kanska ikki, elska hvønn­annan; tað er um familju, um børn, um sam­feløg. Tað er um at binda seg til hvønnannan, ikki bara til ein einstakling, eina individuali­seraða sál, men sjálvt sam­felagið.
Hetta er ikki rakettvísindi, men má sigast, tí annars end­ar hjúnabandið, og moral­urin eisini, sum eitt relativistiskt og persónligt minniluta-pro­jekt, har hjúnabandið er tað, hvør Hanus og Janus ger tað til.
Bøssabrúdleypið er eitt elitert uppfinnilsi, tí hetta er eitt suverent topp-niður projekt. Eisini tí, at ongin annar enn fínborgarar ella kulturharrar tíma at fáast við glansbílæts-rættindi. Enntá rættindi órelevant í mun til hjúnabandið. Fólkið, sum so, skítur á bøssabrúdleypið. Ella gjørdi tað so í ovurmát inntil LGBT fór í holt við bøssabrúdleypið og hugtøk ov samansett hjá tí at rúma, harímillum “javnrættindi” og “mannarættur”.
Nú vit eru við hesum “rætti”, lat meg tá skera ein­hvønn iva á háls, enn einaferð, og lurta nú eftir (!): at giftast er ikki um “javnrættindi”, eiheldur ein “mannarættur”, hvat Evropeiski Manna­rætt­indadómstólurin eisini nýliga staðfesti í sínum dekan ítøkiliga úrskurði, “The European Convention on Human Rights does not require member states’ govern­ments to grant same-sex couples access to marr­iage.”
Lóggáva handlar verri enn so altíð um at øll skulu “kunna tað”. Og “javnrættindi” og “mannarættur”, so leingi tey hava við trúlig rættindi og forfjóna kúgan, er um møguleika, ikki úrtøku, og tí er mismunur ein reellur partur av lógarverkinum og samfelagnum. So er við fátækrahjálp, ella for­sorgar­hjálp; ella lógini um nær tú kanst fáa koyrikoyrt. Allar lógir áseta, at øll kunnu sleppa hetta okkurt, men í raðfylgju krevja allar hesar lógir nakað spesifikt av hvørjum einstøkum borgara: hjá Almannastovuni at ganga tíni umsókn um fátækrahjálp á møti, mást tú vera... ahem, fátækur; øll kunnu fáa koyri­koyrt. solongi sum tú ert átj­an ára gamal og hevur tikið neyðugar royndir hjá koyrilærara. Sama við hjúna­lagnum.
Øll kunnu giftast, eisini formaðurin í LGBT, men so má hann giftast borgara, sum ikki er sama kyn sum hann—nettupp tí at hjúnalagið bert kann vera millum mann og konu. Hetta er einasti felags­nevnari, ymisk kyn, ikki kær­leiki.
Var tað so, var love einasta treyt fyri at giftast, tá hevði onki forðað Kenneth í Sør­vágs skúla at gift seg við bókavørðin Pussy. Og Rasmus at gift seg við stórusystrini Rasminu. Tí hvør er staturin at avgera, hvat “veruligur” kær­leiki er fyri nakað. Fyri tað halda flestøll, væl eisini LGBT, at hetta við, at systkin giftast, og at Kenneth í sjeynda skaffar sær eina brúð­ar­­nátt við Pussy, ikki er heilt í lagi, hóast tey elska hvønn­annan—siga tey. Og tað, “kær­leiki”, er væl kriteriið hjá LGBT... áh!
Hóast eg skilji og havi inn­tonktan samhuga við tí kristnu forkláringini um, hví hjúnabandið bert kann vera millum mann og kvinnu, er tað tann kulturella for­kláringin, eg leni meg at. Ikki neyðturviliga tí hon er mest heimilað, als ikki, men kanska vetið ruddiligari.
Um fólk hava trupult við at góðtaka, at nakað kann definerast per se, tá eiga tey so, sum minstakrav, síggja, at hjúnabandið sum instutitión er vorðið styrkt uppígjøgnum fleiri øldir, her altíð undir kirkjuni, og hervið eisini definitiónin av hesum bandi, ið aftur altíð hevur verið grundað á eina fyritreyt, og bert tí einu: at tað er eitt samband millum mann og konu. Søgan, um tú vilt, hevur uppelskað eina styrkta definering av hjúna­bandinum.
At gera sum LGBT og um­­røða hjúnabandið sum nakað millum “tvey fólk”, er at avhenda tað; tað er at gera tað til eitt óvanliga individualiserað fyribrigdi, eina bourgeois institutión, sum handlar um at “vera saman”, um “kærleika”, held­ur enn hvat tað var, er og eigur at vera: eitt sosialt og demokratiskt amboð at ala upp børn og skapa samfelag.