Hví altíð so ússaligt?

Poul Michelsen, løgtingsmaður

Føroyingar skulu hava sendistovu í Reykjavík, boðaði løgmaður herfyri frá. Beint undan hesum hevði íslendski uttanríksráðharrin, Valdgerður Sverrisdóttir boðað frá, at íslendingar fóru at opna sendistovu í Havn.
Undan hesum hevði Útnorðursráðið samtykt at opna sendistovu hvør hjá øðrum.
Nú er ætlanin, at føroyska sendistovan skal húsast í kjallaranum á donsku sendistovuni í Reykjavík við einum føroyskum borðflaggi, sum einasta føroyska eyðkenni.
Undir herrópinum “Føroyar millum hini” royndi eg til seinasta val at varpa ljós á týdningin av, at føroyingar skjótast gjørligt áttu at fara út um landoddarnar at gera vart við seg.
Sendistovur í øllum norðurlendskum høvuðstøðum var eitt av málunum. Týdningin av at gera hetta er ómetaliga stórur, bæði politiskt og vinnuligt.
Tað gleddi meg ómetaligt, tá Útnorðursráðið einmalt samtykti at Grønland, Ísland og Føroyar skuldu opna sendistovur hjá hvør øðrum.
Tað gleddi meg enn meira, tá íslendski uttanríkisráðharrin, Valdgerður Sverrisdóttir stutt eftir samtyktina í Útnorðurráðnum gjørdi av, at Ísland fór at opna sendistovu í Føroyum. Valdgerður sigur enntá, at hóast at Ísland ætlar at spara og kanska stongja onkrar sendistovur, so fer Ísland at opna sendistovu í Føroyum.
Samtyktin hjá Útnorðurráðnum kemur fyri í Løgtinginum fyrsta dagin.
Men áðrenn samtyktin hjá Útnorðurráðnum kemur til viðgerðar í Løgtinginum hevur løgmaður boðað frá, at føroysk sendistova verður opnað í Reykjavík, og at peningur til hetta er játtaður á fíggjarlógini.
Ein kann kanska spyrja, hví samtyktin hjá Útnorðurráðnum ikki bleiv samtykt í Løgtinginum fyrst, men løgmaður hevur so mett, at málið hevur skund, og at tað er sera týðandi at byrja áðrenn Íslandssáttmálin fer at virka við fullari megi. Hesum eri eg samdur við Løgmanni í.
Eg kann, sum sagt, fegnast um, at føroyingar hava tikið eitt so stórt uttanríkispolitiskt stig, men eins nógv harmar tað meg, at løgmaður, í kjalarvørrinum av hesi stórhending, boðar frá, at føroyska sendistovan skal hava til húsa inni á donsku sendistovuni í Reykjavík. Eg síggi fyri mær, hvussu sendiharri føroyinga situr í kjallarinum á donsku sendistovuni í Reykjavík við føroyska borðflagginum, sum einasta almenn føroyska eyðkenni.
At nakar kann brúka eitt so stórt og týðandi mál, til at gera seg so lítlan og so til láturs, hevði eg ikki droymt um. Hví altíð so ússaligt?
Eg veit væl, at føroyska sendistovan má so ella so knýtast at danska diplomatinum, men føroyska sendistovan í Reykjavík skal IKKI inn á donsku sendistovuna. Tað má ikki henda, og hetta eigur um neyðugt Løgtingið at steðga.
Fari at heita á Løgmann um at útvega sendistovu føroyinga í Reykjavík eina virðiliga loysn.