Kl. 13.30 leygardagin var farið til brots. Frammanfyri okkum stóð ein drúgvur dagur, við 5 ymiskum røðarum. Allir røðarar høvdu ein hálvan tíma til at føra teirra røðu fram, og síðan var eitt korter sett av til kjak við hvønn einstaka røðara. Felags fyri hvønn røðara er, at teir eru allir meira ella minnið knýttur at tí liberalu hugsjónini.
Vitanarsamfelag
Hvussu fíggja vit framtíðar vælferðar og vitanarsamfelagið? Hesin spurningur varð umrøddur av teimum 5 røðarunum. Vitanarsamfelagið er eitt samfelag, sum leggur størri og størri dent á vitan. Tað vil siga, at orð sum human kapital fáa enn størri virði, tí at vitanin hjá tí einstaka arbeiðaranum verður mett sum tað amboð, sum ger eina fyritøku kappingarføra.
Vilhjálmur Egilsson legði fyri. Hann hevur verið stjóri í fískimálaráðnum og altingslimur. Hann greiddi frá, hvussu búskaparliga støðan er í Íslandi, og vísti á hvussu týdningarmikið tað er, at skapa góðar karmar fyri vinnulívið.
Hansara framløga var ógviliga skipað. Hann vísti á nógvar grafar, og nógv tøl vóru uppi at venda. Hann greiddi eisini frá, hvørji amboð hann metur verða avgerandi fyri tann sterka íslendska búskapin. Í Íslandi hevði man tað, sum Vilhjálmur kallar The 16. place syndrom. Hetta kom av, at Ísland so ofta endaði á 16. plássið í Eurovision Song Contest. Sostatt tóku íslendingar til takkar við at liggja á einum 16. plássið. Men aftaná 1988 var ein hugburðsbroyting í landinum. Nú vildi Íslendingar liggja millum 10 tey bestu londini í heiminum. Hetta eggjaði fólk, og fekk tey at ýta enn meir.
Vilhjálmur segði eisini nøkur orð um skattin. Í 1950 var skattatrýstið í Íslandi 50%, meðan tað í dag liggur um 18%. Hetta ger at íslendingar hava fleiri pengar um hendi.
Vilhjálmur vil vera við, at tá ið fólk hava meiri pengar um hendi, seta tey meiri pengar í umfar, og hetta tænir samfelagnum. Vilhjálmur segði eisini at, tað týdningarmesta amboðið av øllum er útbúgving. Í dag eru 3000 íslendingar undir útbúgving uttanfyri Ísland, meðan 16000 eru innskrivað í tí íslendska universitetinum.
Sólskinssøgur
Síðan fekk Lauri Vahtre orðið. Hann er úr Estlandi, og hann fortaldi um yvirgangin frá at vera partur av Sovjetsamveldinum til eitt demokratiskt samfelag.
Hansara framløga var áhugaverd og undirhaldandi. Hann er søgufrøðingur, og tískil var framløgan ikki so tung við nógvum tølum o.s.fr. Hann greiddi frá, hvørjar broytingar vóru at síggja, tá ið Estland fór frá tí kommunistiska stýrinum til at skipast sum ein demokratisk tjóð. Hann dugdi væl at greiða frá, og framløgan var líka so stuttlig, sum hon var áhugaverd.
John Dardis er írskur senatorur. Hann segði frá støðuni í Írlandi, og vísti á fyrimunirnar við at Írland gjørdist limur í ES. Eftir hansara meting er ein av høvuðsorsøkunum til búskaparligu framgongdini í Írlandi, at leiðslan í landinum fór í holt við at privatisera stórar partar av tí almenna verkinum.
Hetta hevur økt um kappingarføri í landinum, og fyritøkur gera meiri burturúr, fyri at skapa dygdargóðar vørur.
Eisini í Írlandi hava tey lækkað skattin. Hetta hevur, sambært John Dardis, givið fyritøkum betur hug at kappast, tí at nú eru treytirnar betur hjá vinnuni at virka. Landbúnaðurin hevur leingi verið ein stórur partur av búskapinum í Írlandi, men nú hava aðrar vinnur tikið yvir. Eitt nú er ferðavinnan voksin sera nógv.
Írar hava arbeitt við heitinum Knowledge based Economy, og hetta sæst aftur í, at Írland í dag er størsti útflytari av software í heimunum.
Tá ið Írland gjørdist partur av Evropeiska samtakinum, varð ein nýggjur marknaður avdúkaður fyri Írlandi. Søguliga hevur nærum allur inn og útflutningur hjá Írlandi verið umvegis Ongland, men nú dugdi vinnan at leita á nýggjar leiðir, og hevur hetta ment Írland til at vera eitt framkomið landi í einum alheimsgjørdum heimi.
Danska vælferðarsamfelagið fær av grovfílini
Martin Ågerup var bersøgin. Hann er stjóri í CEPOS, sum er ein danskur liberalur Think Tank. Hann gav danska vælferðarsamfelagnum av grovfílini. Hansara pástandur er, at danska vælferðarsamfelagið tarnar vitanarsamfelagnum. Av tí at skattatrýstið er so høgt í Danmark, loysir tað seg næstan ikki at arbeiða nógv í Danmark.
Hann segði, at staturin nærum revsar fólk fyri at útbúgva seg, tí at tú missur so stóran part av tínum peningaliga vinningi, um tú vinnur nógvan pening. Hetta ger, at tey í dag upplivað eitt sokallað Brain Drain í Danmark. Teir bestu heilarnir leita í onnur lond, tí at har eru vinnuligi karmarnir betur.
Eisini vildi hann vera við, at tað als ikki stendur so væl til í Danmark, sum fólk halda. Hóast landið hevur eina búskaparliga framgongd, so er henda framgongd als ikki so stór, sum hon átti at verið. Tað almenna verkið er alt ov stórt og ineffektivt, og Martin Ågerup er ein heitur forsprákari fyri at privatisera stóran part av tí.
At enda slapp Anne Knudsen til orðanna. Hon er blaðstjóri í Weekendavisen, og hon hevði áhugaverdar hugleiðingar um hvussu Danmark kann standa seg í alheimsgeringini. Meðan undanfarnu framløgur vóru skipaðar við stórskíggja o.ø., var hennara framløga meiri leys. Hon hugleiddi um danska samfelagið. Hon tosaði nógv um hvørjar avbjóðingar eru fyri framman hjá vinnuni, og vísti á, at um Danmark ikki fann sær eina nichu, fór vinnan at detta ímillum í kappingini við tær stóru fyritøkurnar. Hinvegin vísti hon eisini á, at tað eru fleiri danskar fyritøkur sum hava tillaga seg til tann alheimsgjørda veruleikan. Nógvar fyritøkur nýta eysturheimin til at framleiða vørurnar fyri seg, tí at her er arbeiðsorkan bíligari.
Eisini tosaði hon um, týdningin av at gagnnýta vitanina hjá einstaka arbeiðaranum.
Eini 50 fólk vóru komin saman uppi í Norðurlandahúsinum. Ein áhugaverd, men drúgv løta uppi í Norðurlandahúsinum.