Húsið á Fornagørðum ein fongur

Felagið Christian í Grótinum keypti fyri nakað síðan bygningin hjá BankNordik í Klaksavík, sum stendur á Fornagørðum. Síðani hevur Klaksvíkar kommuna gjørt leiguavtalu við felagið við tí fyri eyga at tryggja virksemi hjá fleiri stovnunum innivist í Klaksvík.

Stovnarnir, talan er um, eru Sernám, Barnaverndartænastan og Námsfrøðiliga Ráðgevingin – og eru hesir nú fluttir inn á ovastu hædd í bygninginum. Staðið hevur fingið hevur fingið navnið: Húsið á Fornagørðum.

BankNordik kemur at halda fram í miðhæddini í eina tíð enn, meðan hølini á veghæddini í løtuni verða innrættaði til smábarnaheilsufrøðingarnar hjá Gigna í Norðoyggjum. Eftir ætlan verða tey liðug í juni mánað í ár.

Seinni fer Heilsutrygd somuleiðis at flyta inn í bygningin, og fara tá Heilsutrygd, Barnaverndin, NR, Sernám og Gigni sostatt at halda til undir somu lon.

Hølini eru sera snotilig, ið sæst á myndunum frá móttøku, sum var í bygninginum seinnapartin í gjár. Og umboðini fingu fyri Christian í Grótinum og hjálparfólk teirra, fingu eisini rós frá borgarstjóranum og fromanninum í Trivnaðarnevndini – Børn og Ung fyri væla arbeiði í røðum teirra við hátiðarløtuna, ið nógv fólk høvdu leitað sær til.