Tá spurnartími var í svenska Ríkisdegnum í dag, var tað ófriðurin í Husby og øðrum forstøðum kring Stockholm, ið fór við mestsum allari tíðini. Og forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, hevði úr at gera við at svara spurningum.
Hann ávaraði ímóti, at ófriðurin skuldi gerast eitt trætumál millum politisku flokkarnar, men vísti á, at ófriðurin heldur var eitt tekin um ábyrgdarleysan spjaðingarpolitikk, sum hevur verið rikin bæði í Stockholm og aðrastaðni í landinum.
Royna vit at vinna bílig stig í hesum álvarsmáli, so eru vit einki petti mætari enn tey mest víðgongdu, ið bara duga at gera sær ta niðurstøðu, at innflytararnir hava skyldina av øllum, segði Fredrik Reinfeldt.
Øll vóru tó ikki á einum máli um, at hetta málið er so einfalt, og javnaðarmaðurin, Fredrik Olovsson, fregnaðist eftir, um forsætisráðharrin ikki helt, at hann hevði eina ábyrgd eisini:
Vit liva altso í einum samfelag, sum hevur størsta arbeiðsloysi í Norðurlondum, umframt at tað er hægri enn í øllum ES-londum, vit samanbera okkum við, og í Svøríki hava vit altso 77.000 ungfólk, ið hvørki arbeiða ella lesa, segði Olovsson.