Hús til sølu á loppumarknaði

Tað er ikki vanligt, at eini heil hús eru til sølu á loppumarknaði, men tá loppumarknaður var á Sandi í dag, var eisini høvi at geva boð upp á eini minni sethús.

Tað er ikki vanligt, at eini heil hús eru til sølu á loppumarknaði, men tá loppumarknaður var á Sandi í dag, var eisini høvi at geva boð upp á eini minni sethús.

 

Tey, sum eiga húsini, siga, at ætlanin hevur verið at selja tey, og tá loppumarknaður var í dag beint í túninum, settu tey bara upp eitt skelti við áskriftini "Hús - Gev boð".

 

Soleiðis vóru hesi sethúsini - so ella so - eisini við á loppumarknaðinum, sum varð fyriskipaður á Sandi í dag, nú sandoyarstevna er.