Hús til sálarsjúk letur nú upp í Havn

Tann 1. apríl letur Fountainhús upp í Heinesens húsi

Nú er endiliga klárt at fara undir fyrireikingina at lata Fountainhúsið í Føroyum upp, og upplatingardagurin er settur at vera 1. apríl.

Tað sigur býráðið beint nú

Í morgun undirskrivaðu tær báðar, Súna Mørk og Súsanna Winther Poulsen, sum fyrireika Fountainhúsið, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sáttmálan, sum letur teimum atgongd til Heinesens hús á Tinghúsvegnum fyribils í eitt ár.

- Tá hugsað verður um týdningarmiklu uppgávuna, ið Fountainhúsið hevur at hjálpa fólkum, sum hava verið innløgd fyri sálarliga sjúku út aftur á arbeiðsmarknaðin og skapa trivnað, hevur kommunan alla tíðina stuðlað ætlanini fult og heilt, sigur borgarstjórin.

Tær báðar hava longu fingið lyklarnar til Heinesens hús og fara beinanvegin undir arbeiðið at gera klárt, sigur býráðið.