Hurðarnar standa opnar fyri Huðrum

Tað hevur gingið strúkandi hjá leikbólkinum Huðrar, sum sá dagsins ljós í januar í fjør. Bólkurin hevur tilboð kring allan heimin, og í komandi mánaða skulu føroyingarnir sýna fram á føroyskum máli á altjóða heimsfestival í Monako

-  Tað eru sera fá, sum fáa tílíkan møguleika.

Danmark, Svøríki og Ísland eiga einki umboð. Men tað gera Føroyar.

Sum einasti leikbólkurin í Norðanlondum, skal Huðrar framføra á altjóða heimsfestivalinum Mondial Du Théátre, sum verður í Monako í døgunum frá 17. august til 26. august. Leikbólkurin, sum ikki hevur meira enn 18 mánaðir á baki, átti einasta sjónleikin í Norðanlondum, sum festivalurin metti vera nøktandi.


Høvdu stórar vónir

Huðrar, sum í fjør setti upp leikin Othello eftir William Shakespeare, hevur longu fingið nógv á skaftið. Stutt eftir framførslur á Neata festivalinum í Lettlandi í fjør, hava føroysku sjónleikararnir fingið fleiri tilboð. Eitt nú úr Monako.

Sóley Danielsen, forkvinna í Huðrar, staðfestir, at tey høvdu stórar vónir til bólkin, tá hann varð settur á stovn. Tí kemur tað ikki óvart á, at tað hevur eydnaðist bólkinum væl higartil.

- Vit hava lagt alla orku í leikbólkin seinasta árið, og vit eru væl nøgd við úrslitið higartil. Men vit gevast als ikki her. Í næstum fara vit at byrja aðra verkætlan, sum verður óhoyrd og slóðbrotandi, sum Sóley Danielsen lýsir framførslurnar, ið bíða føroyingum.

Sýningarnar av Othello í Monako verða tær seinastu av leikinum frá Huðrum. Undan ferðingini til Monako, skulu føroyingarnir sýna fram í Íslandi.


Í øðrvísi hami

Othello var upprunaliga framførdur í Sjónleikarahúsinum í Havn í fjør. Leikurin varð væl vitjaður, men tað verður í øðrvísi útgávu, at bólkurin sýnir leikin eftir William Shakespeare í Monako.

- Tað var krav, at leikurin ikki var longri enn í ein tíma. Tí hava vit stytt hann eini 20 minuttir. Tað hevur eydnaðst væl, og vit meta, at góðskan framvegis er hin sama. Vit venja miðvíst í hesum døgum og eru væl fyrireikaði. Øll skulu framføra á upprunamálinum, og tí verður Othello sýndur fram á føroyskum í Monako, sigur Sóley Danielsen.

Mondial Du Théátre fór av bakkastokki í 1957, og hevur verið á fjórðum hvørjum ári síðan. Talan er um heimsins størsta festival fyri áhugasjónleik.



Othello:

• er ein leikur hjá William Shakespeare

• er ein gamal leikur, men kjarnan í søguni er tíðarleys

• evinini eru øvund, góðtrúni og manipulatión, sum sæst aftur í øllum samfeløgum: eisini tí føroyska

• Hanus Kamban hevur týtt til føroyskt

• Hans Tórgarð stendur fyri listarligu vegleiðingini

• Jóna Thomsen stendur fyri koreografi

• verður sýndur fram í Norðurlandahúsinum hin 5. august

• verður framførdur á Mondial Dú Theatre hin 20. og 22. august



UM HUÐRAR


hugsaLeikbólkurin “Huðrar” varð settur á stovn í januar 2008 við tí fyri eyga at menna ungu føroysku leiklistina.

Í mai 2008 framførdi leikbólkurin leikin “Othello”.

Stutt eftir fyrstu framførslurnar av “Othello” varð leikbólkurin boðin á sjónleika festival í Lettlandi. Huðrar hevur síðan fingið alskyns tilboð kring knøttin.

Leikarar í Huðrar eru Sóley Danielsen, Durita Dahl Andreassen, Tjóðhild Patursson, Búi Rouch, Jákup Wardum, Dávur Djurhuus, Edvard Skúvadal og Petur Meinhard Ellebye Andersen.

Huðrar er ein samanseting av átta sjónleikarum og fimm tónleikarum



HEITIÐ HUÐRAR...


er stavað skeivt við vilja. Leikbólkurin vil fegin opna hurðar fyri nýggjum og øðrvísi møguleikum, men samstundis broyta gomlu føroysku normarnar við, at rætt altíð skal vera rætt. Sjónleikararnir vilja vísa á, at vit skulu góðtaka tað skeiva í samfelagnum. Heitið skal provokera, fáa fólk at steðga á og hugsa, og venja eygað við nakað skeivt.