Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá hollendska Klaas-Jan Huntelaar, sum fyri einum ári síðani skifti úr Ajax til Real Madrid. Í dag spælir hann við Milan, men fram til sunnudagin hevur hann lítið og einki gjørt um seg. Leonardo, sum er venjari hjá Milan, vildi broyta okkurt, tá tað eftir 86 minuttum stóð 0-0 á talvuni í dystinum móti Catania, og hann gjørdi av at senda Huntelaar á vøllin. Og við tveimum málum í seks minuttir staðfesti Huntelaar, at tað er ein orsøk til, at hann fyri stuttum varð roknaður fyri at vera eitt tað størsta álopstalentið í europiskum fótbólti.