Flogskiparin á einum amerikonskum ferðamannaflogfari helt seg ikki hava annað í at velja enn at neyðlenda, eftir at ein hundur hevði bitið eina flogternu og eitt ferðafólk í beinið.
Hundurin, sum ein eldri maður hevði við sær, var í einum búri undir setrinum, menm tá eigarin gjørdi av at sleppa honum út, leyp hundurin á eina flogternu og eitt av teimum 132 ferðafólkunum.
Flogfarið, sum er av slagnum Airbus A319, var tá í 30.000 fóta hædd á veg úr Newark til Phoenix, og flogskiparin gjørdi av at neyðlenda í Pittsburgh. Har stóð løgreglan fyri flogfarinum, og aftan á avhoyring og strong boð um at hava hundin í búrinum sluppu hugdaeigarin og hundurin við einum øðrum flogfari til Phoenix.
Sambært amerikonsku fjølmiðlunum var talan um eitt lítlan terrier-hund.