Hundur gjørdi av við dunnur og hønu

Løgreglan í høvuðsstaðnum hevur ikki havt stórvegis at sæð til seinasta samdøgrið. Viðhvørt kemur fyri, at menn eru óðir og fara at gartera, sum løgreglan so má taka sær av, men í gjár var tað so ein hundur, sum hevði gjørt um seg.


Tað var í Havn, at ein hundur var endaður inni í einum dunnugarði, har hann hevði gjørt av við tvær dunnur og eina hønu, umframt at hann eisini hevði gjørt skaða á fleiri dunnur og høsn.


Eigarin av hundinum skal rokna við at fáa eina bót, fyri at hava hundin rennandi leysan, umframt at hann eisini kemur at gjalda endurgjald til eigaran av dunnunum og hønunum fyri mistan fenað.