Hundsdálkan skal valdast

- Ein rættleiðing til Dan R. Petersen

 

Jógvan Mørkøre

samfelagsfrøðingur



Í eini grein ella lesarabrævi hjá Dan R. Petersen, nevnd "Yvirmenniskjateoriin og Johan Mortensen", skal eg av onkrari orsøk hava eitt spark um eina leið, nú greinskrivarin, hevur sett sær fyri at hundsdálka eina røð av navngivnum fólki, honum ikki líkar. Greinin stóð at lesa í Sosialinum og Dimmalætting 17. apríl. Dan R. Petersen undirskrivar seg javnaðarmaður, men er annars eisini løgtingsmaður.

Sparkið, eg fái, tykist at hava samband við, at veljarakanning varð gjørd fyri stuttum, og at Dan R. Petersen ikki er nøgdur við úrslitið.

Brotið, eg sipi til, er hetta:

"Í Dimmu 29.03 skrivar S.B.J. [Steinbjørn B. Jacobsen, jm] m. a.: »Hetta landsstýrið hevur savnað meira enn helmingin av fólkinum aftan fyri seg. Í sjálvum sær ein søgulig hending, tí teir skilja og hava fingið henda stóra bólk av fólki til fulnar at skilja, at fullveldismálið er málið yvir øllum málum, sum nú má loysast.« Just tá Steinbjørn skrivaði hetta møsnið, vísti seinasta veljarakanning, at einans 37% ynsktu fullveldi, meðan heili 52% vóru ímóti. Jú, Harra Mortensen, slíkt er fordummandi. Síðani er nýggj kanning gjørd, har Jógvan Mørkøre, fullveldisfrøðingur í sínum órannsakiliga vísdómi hevur granskað seg fram til, at 51,5% eru fyri fullveldi, meðan 51,4% eru fyri ríkisfelagsskapi. Føroyingar kunnu nú sum teir einastu í verðini erpa sær av at vera heili 102,9%!"

Nú er tað ikki fyrstu ferð, at politikari leggur eftir navngivnum fólki, ið tekst við at gera veljarakann-ingar fyri fjølmiðlarnar, tá ið tølini frá veljarakanningini ikki eru eftir vild. Tað løgna í hesum førinum er, at tann, ið stóð fyri kanningini, er ein heilt annar enn tann, sum fær asnasparkið. Forbókstavirnir J og M eru teir somu, gamaní, men annars skuldi tað verið púra greitt, at tað var annar samfelagsfrøð-ingur, ið stóð fyri hesari kanningini vegna Fynd. Tað stendur greitt og týðiliga á fremstu síðu í fyrsta nummarinum av Fregnum, har kanningin varð almannakunngjørd. Sami samfelagsfrøðingur verður seinni endurgivin á síðu 5 í sama blaði, tá ið roynt verður at finna eina frágreiðing, hví fólk í summum førum tykjast at mótsiga sær sjálvum. Sum t.d. at 51,5 % taka undir við, at Føroyar gerast land við fullveldi, samstundis sum at 51,4 % taka undir við, at Føroyar vera verandi í danska ríkinum. Aftur her verður greitt frá, at tað er samfelagsfrøðingurin John Mortensen, ið hevur staðið fyri kanningini. Á somu síðu, sum tølini verða almannakunngjørd, ið Dan R. Petersen leggur saman og fær til 102,9 %.

So tá ið Dan R. Petersen, løgtingsmaður síðani vil niðurgera navngivnan samfelagsfrøðing, við heitum sum "fullveldisfrøðing" og sínum egna margháttliga roknistykki frá seinastu veljarakanning í hond, so vassar hann út, har hann ikki grynnir. Nevndi frøðingur var langt av landi skotin og hevði einki við tilrættaleggingina av kanningini at gera annað enn at seta Fregnir og John Mortensen í samband við hvønn annan, áðrenn hann fór.

Harafturímóti hevði úthongdi samfelagsfrøðingurin heilt fitt við hina fyrru kanningina at gera, sum Dan R. Petersen tekur fram fyrst í tí endurgivna brotinum, har hann fær tað til, "at einans 37 % ynsktu fullveldi". Her loyvir løgtingsmaðurin sær at snara tølini til nakað heilt annað enn tað, tey siga nakað um. Tann kanningin snúði seg um, hvørt veljarin vildi atkvøða "ja" ella "nei" á eini komandi fólkaatkvøðu, soleiðis sum tað var upp á tal at hava um tað mundið. Tað varð ikki spurt um fullveldi yvirhøvur, men slíkar petitessur tykjast ikki at ørkymla Dan R. Petersen. Henda kanningin vísti seg síðani at gerast eitt banahøgg fyri ætlanina um fólkaatkvøðu í mai. Kanningin varð gjørd av fólki innan Fynd í samstarvi við ÚF og Dimmalætting, og fer ivaleyst í søguna sum tann veljarakanning, ið hevur havt størstu beinleiðis ávirkanina á eina politiska gongd í Føroyum. Tey, ið hjúkla um ríkisfelagsskapin frøddust um hesa kanning, meðan tað var ikki sørt, at summi sjálvsstýrissinnað høvdu hug at ilskast. Dan R. Petersen tykist at frøast enn - og ilskast síðani inná, at samfelagsfrøðingar tilevna nýggj tøl út frá politiskum motivum. Øðrvísi kann tað ikki lesast. Trupulleikin er bert tann, at samfelagsfrøðingurin, sum Dan R. Petersen vil lasta fyri hesa níðingsgerð, var ikki við til ta seinnu kanningina. Hinvegin var hann við til ta fyrru. So har, sum Dan R. Petersen roynir at misteinkiliggera veljarakanning við at hefta politiska etikettu upp á navngivnan samfelagsfrøðing, har gevur hann sær sjálvum frammaná. So mikið dygt vónandi, at hann sleppur burtur úr síni paranoia og verður førur fyri at viðgera veljarakanningarnar meira sakliga í framtíðini.

Eftir stendur so spurningurin, hvat ið fær fólkavaldan mann sum Dan R. Petersen at gartera, sum hann ger og so púrasta uttan fyrilit hundsdálka persónar, hvørs fremsta brotsverk tykist vera at taka lut í samfelagskjakinum - ella gera veljarakanningar við úrslitum, sum stundum ganga honum ímóti.

Endurgivna brotið omanfyri saman við teimum fakta, ið løgtingsmaðurin hevur havt framman fyri sær, fær ein at ivast í, um maðurin kann vera við síni fullu fimm, tá hann skrivar, sum hann ger. Tað man hann nú vera, eftirsum so mikið stórt tal av veljarum í Eysturoy hevur víst honum sítt álit og valt hann á ting. Men okkurt bendir á, at Dan R. Petersen uppfatar sín leiklut ella rætt sum politikara eisini at fevna um hundsdálkan av øllum, hann metir ikki at vera samsint. Eitt politiskt spæl, har einki er heilagt. So kann sannleiki vera sannleiki, sjálvsvirðing sjálvsvirðing og virðing fyri øðrum má lúta fyri tí, Dan R. Petersen metir vera sín rætt og skylda í tí politiska orðaskiftinum.

Eg gjørdi mær so tann ómak at royna at kanna eftir, hvat ið rørir seg í fólki, ið fara soleiðis fram í almenna orðaskiftinum. Ringdi til lesarabrævsskrivaran, Dan R. Petersen, javnaðarmann og løgtingsmann.

Tað gjørdist ein longri samrøða, men tað, sum viðvíkur tí frammanfyri, er í stuttum:

1. Dan R. Petersen visti ikki, hvør hevði gjørt seinastu kanningina í Fregnum. Hann hevði ikki lisið Fregnir snøgt sagt! Tað ber sostatt ikki til at staðfesta, at hann skrivar móti betri vitan. Ella við øðrum orðum: Tað ber ikki til at staðfesta, at hann lýgur. Tað, sum ber til at staðfesta, er, at Dan R. Petersen fýrir ikki fyri at heingja fólk út uttan at hava ta neyðugu vitanina. Í hesum førinum ein vitan, sum lá beint undir nøsini á honum, og sum hann átti at fingið sær, nú hann fekk sovorðna trongd á sær at langa út eftir kanningini í blaðnum og samfelagsfrøðingi, hann heldur vera illgrunasaman.

2. Dan R. Petersen ger seg til dómara yvir eina kanning við at leggja tvey tøl frá tveimum ymiskum spurningum saman, staðfestir at tey geva ikki 100 % og at so má okkurt vera galið við kanningini. Hann heldur ikki, at tað er neyðugt at lesa tulkingina hjá samfelagsfrøðinginum, ið vegna Fynd hevði staðið fyri kanningini, áðrenn hann leggur til brots at niðurgera kanningina. - Her kann verða skoytt uppí, at einki óvanligt er í tí, at partur av veljarunum svarar á ein hátt, sum samfelagsfrøðingar - og politikarar - meta vera ósameiniligt. Heldur er tað so, at tað er rættuliga vanligt. So mikið vanligt, at 102,7 % kann ikki sigast at vera nakað serliga høgt tal. Tvørturímóti. (Annað mál er so tað, at Dan R. Petersen fær tað til at vera ein spurning um ríkisfelagsskapin, har veljarin í veruleikanum er spurdur, hvørt hann ella hon vilja vera verandi í danska ríkinum. Tað er ikki heilt tað sama, og letur upp fyri eini breiðari tulking, enn tá ið spurt verður um ríkisfelagsskapin.)


3. Tá ið Dan R. Petersen av órøttum ger tað til, at bert 37 % eru fyri fullveldi í kanning, hann brúkar at steina Steinbjørn B. Jacobsen við - og also áðrenn "fullveldisfrøðingur" framleiðir nýggj og villleiðandi tøl - so var tað tikið eftir minninum. Tað vil siga, at í sama andadrátti, har Dan R. Petersen roynir at sáa iva um trúvirðið hjá seinastu kanning og ávísum samfelagsfrøðingi við at leggja tvey tøl saman, sum ikki kunnu leggjast saman, so postulerar hann glaðiliga, at tvey tøl frá tveimum ymiskum kanningum viðvíkja sama spurningi. Eftir minninum. Tølini, hann samanber, hava einki við hvørt annað at gera. Tey 37 %´ini í fyrru kanningini søgdu seg vilja atkvøða ja á eini komandi fólkaatkvøðu; tey 51,5 %´ini frá seinastu kanning, sum tey 37 %´ini verða sett uppímóti, siga hinvegin, hvussu nógv ynskja fullveldi. Ei heldur í hesum førinum hevði Dan R. Petersen sæð nakra orsøk vera til at vissa sær, at upplýsingarnar hann brúkar til at niðra onnur við, eru rættir.

- Mangt annað varð havt á lofti í samtaluni okkara millum. Her skal bert verða trivið í eitt afturat. Dan R. Petersen førdi fram, at greinin, hann skrivaði, var skrivað sum ein ironisk grein, og at eg sum almennur persónur átti at tola eitt sindur av. Tað er eftir mínum tykki at venda øllum á høvdið. Tað er ikki bara ein ósiður, men eitt reint forbannilsi fyri øllum tí, sum skal eitast at vera eitt demokratiskt orðaskifti, tá ið navngivnir persónar partú skulu hundsdálkast heldur enn at umrøða sjónarmiðini - ella tølini fyri tað - sum hesir persónar royna at standa inni fyri í almenna orðaskiftinum. Demokrati hevur tað so einki við at gera. So tá ið Dan R. Petersen skjýtur seg inn undir, at almennir persónar eiga at tola eitt sindur av speisemi frá hansara penni, so vil eg venda tí við, og siga, at almennur persónur sum løgtingsmaðurin Dan R. Petersen átti heldur at gingið á odda at framt eitt gott orðaskifti, ið leggur sjógv til niðrandi hundsdálking av teimum, sum ikki verða uppfatað sum partamenn.