Tað verða ikki allir áskoðararnir, sum sleppa til landsdyst til tíðina, tí tað gongur seint at koma ígjøngum longu bíðirøðina á bensinstøðini í Gundadali.
Tað ber ikki til at keypa atkgongumerki við Tórsvøll. Hóast nógvir pengar eru brúktir upp á kringumstøðurnar á Tórsvølli, so er eingin atgongumerkjasøla. Hesaferð er tað bensinstøðin Effo, sum selur atgongumerki vegna Fótbóltssambandið.
Í Gundadali gremja fólk seg um, at tað gongur seint at avgreiða allar áskoðararnar, sum óttast fyri at sleppa at síggja fyrsta partin av dystinum.