Hundar kunnu avdúka lungnakrabba

Kanningar hjá læknum í Eysturríki vísa, at hundar hava serlig evni til at snodda seg fram til fólk, sum hava krabbamein í lungunum. Tað sigur ein av læknunum, Peter Erhalt, sum arbeiðir á lungnadeildini á Krems-sjúkrahúsinum í Wien.

Teir eysturríksku læknarnir hava latið nakrar hundar snodda andan hjá meiri enn 120 fólkum fyri at vita, hvør hevði lungnakrabba, og rættiliga skjótt kundu læknarnir staðfesta, at hundarnir høvdu sera góð evni til hetta. Peter Erhalt sigur, at í 70 prosentum at førunum høvdu hundarnir rætt.

Hann og hini í læknatoyminum vóna, at hundarnir kunnu vera við til at staðfesta lungnakrabba nógv fyrr, enn læknavísindin hevur gjørt higartil, og at færri fara at doyggja av sjúkuni. Tí fara læknarnir nú undir eina nýggja kanning, sum verður tíggju ferðir størri, og sum fer at vara tvey ár.