Hundaeigarar mugu betala bót og endurgjald

Tveir hundaeigarar í Vágum fáa rokning, tí hundarnir hjá teimum hava elvt til skaða

Fríggjadagin gingu tveir hundar frá sær sjálvum í haganum í Sørvági, har teir bitu fimm seyðir.

Tvær ær vórðu bitnar so illa, at tær doyðu, men tríggjar aðrar vórðu eisini illa hagreiddar. Tað endaði við, at seyðamaðurin skeyt báðar hundarnar. Við heimasíðuna hjá Sørvágs Kommunu sigur seyðamaðurin, Magnus Magnussen, at teir hava havt trupulleikar av hesum somu hundum í langa tíð og nú var onki at gera uttan at skjóta teir. Løgreglan sigur, at hundarnir høvdu hvør sín eigara og teir dáa nú bót fyri at hava brotið hundalógina, men teir, sum áttu seyðin, reisa helst eisini endurgjaldskrav, so hetta kann verða dýrt hjá hundaeigarunum Á myndini sæst tann eina ærin, sum er bitin til deyða. Myndin er av heimasíðuni hjá Sørvágs Kommunu.