Humor móti húðallergi

Kelda: Dagens Medisin

Japanskir granskarar halda seg hava funnið út av, at látur og humor er gott medisin móti húðallergi. Teir pástanda, at hesi ráðini ikki eru láturlig á nakran hátt, tí tey hjálpa fólki við húðtrupulleikum til at halda seg frískari. Møguliga mótvirkar láturin eini áhaldandi stress.

Granskararnir gjørdu eina kanning við nøkrum persónum, ið ikki vistu, hvat tað gekk út uppá. Luttakararnir vórðu býttir upp í tríggjar bólkar. Tann fyrsti bólkurin hevði tað ordiliga stuttligt. Næsti bólkurin hevði tað nokk so strævið, so tey blivu nokk so stressaði. Triði bólkurin skuldi ikki gera nakað serligt í hesum tíðarskeiðnum. Hóast allir bólkarnir vórðu útsettir fyri allergiska ávirkan, vísti tað seg, at allergiska reaktiónin var nógv minst hjá teimum, sum høvdu tað stuttligt og mest hjá teimum, ið vórðu stressaði.

Niðurstøðan hjá granskarunum var var, at humor ikki einans virkar ímóti allergi, men kann eisini minka um allergisku reaktiónina, tá ein persónur verður stressaður.