Hummari fyri 2060 krónur fyri kilo

Nú um dagarnar byrjaðu sviar at fiska hummara, og í Gøteborg er tað vorðið til traditión, at fyrstu nøgdirnar, sum seldar verða á marknaðinum, fara fyri himmal høgar prísir.

Soleiðis fór fyrsta kiloið av hummara á marknaðinum fyri ikki minni enn 2060 svenskar krónur.

- Tað er traditón hjá okkum at keypa fyrstu nøgdirnar av hummara. Kosta, hvat tað kosta vil.

Hetta sigur Richard Magnusson, sum umboðar stóra fiskakeyparan í Gøteborg, Nordsjøfisk.

Í fjør var metprísurin 1.380, tá fyrstu nøgdirnar av hummara vórðu seldar.

Á marknaðinum hesaferð vóru tað 10 keyparar, sum lógu fram við at fáa hendur á fyrstu nøgdini av hummara.

Tá kiloprísurin var komin upp á hesar 2060 krónurnar, góvust hini at bjóða og Nordsjøfisk stóð eftir við hægsta boðnum.

- Hummarin, sum vit keyptu, verður seldur til Stockholm. Tað eru Resturant Lejontårnet og ein ”ekslusivur” fiskahandlari, sum hava keypt hummaran, sigur Richard Magnusson.