Hummarastríð í Noregi

Tann 1. oktober byrjaði veiðitíðin hjá norskum hummarabátum, men bæði fiskimenninir og fiskifrøðingarnir kæra seg, at hummarastovnurin er sera illa fyri.

Fiskifrøðingarnir siga, at tann norski hummarin er komin í vanda, eftir at tann amerikanski hummarin, sum er væl størri enn tann norski, er vorðin alt meiri vanligur í Noregi. Í fjør fingu fiskimenninir fleiri amerikanskar hummarar í rúsurnar, og fiskifrøðingarnir vænta, at teir fara at fáa uppaftur fleiri í ár.

Fleiri norðmenn innflyta livandi amerikanskar hummarar, og í summum førum verða teir settir í rúsur, áðrenn teir verða tiklnir. Men vanlukkutíð hendir tað javnan, at hummararnir sleppa úr rúsunum, og tað kann vera sera óheppið. Eitt er, at tann amerikanski hummarin er størri og sterkari enn tann evropeiski, men verri er, at hann hevur eitt slag av bakterium í sær, sum eru lívshættisligar fyri tann evropeiska hummaran, sigur Ann Lisbeth Agnalt á norsku fiskirannsóknarstovuni við Aftenposten. Hon mælir myndugleikunum til at seta forboð fyri at innflyta amerikanskar hummarar.