Hummarasøla og Opið Hús á Gamla Seglhúsinum

Gamla Seglhúsinum hevði Torra-leygardagin opið hús og beyð upp á sera væl smakkandi heimagjørda hummarasuppu frá Jákup Ziskason

Gamla Seglhúsinum hevði Torra-leygardagin opið hús og beyð upp á sera væl smakkandi heimagjørda hummarasuppu, har kendi kokkurin, Jákup Ziskason, hevði gjørt sær rættiligan ómak at røra serliga væl í grýtuni – ikki tí, tað ger hann altíð; men súpanin smakkaði serliga væl hesaferð. Kanska var tað veðrið og mongu fólkini og ikki minst sprelllivandini hummararnir niðan fyri Gamla Seglhúsið, sum gjørdu sítt til, at so var.

 

Kendi hummarafiskarin Steintór, sum fiskar á Funningsfirði, seldi livandi jomfrúhummarar, taskukrabbar og jákupsskeljar niðan fyri Gamla Seglhúsið. Hann lat væl at støddini og segði frá, at hann hevði lisið onkra staðni, at hummari við Føroyar ikki kundi bíva størri enn 24 cm – mált frá høvdinum og aftur á halafinnuna. Men hesar hevði hann fingið fleiri av eisini nakrar, sum hann hevði mált til 25 cm.

 

Tað sigst, at hummari veksur í mesta lagi tveir cm um árið. Tí eru teir størstu kanska eini 12 – 14 ára gamlir.

 

Nógv varð keypt av hummarum og skeljadjórum, og nógvar vóru uppskriftirnar, ið blivu umrøddar fyri øllum handans mátum at hagreiða og borðreiða uppá.

 

Í fundarhølinum í kjallaranum í Gamla Seglhúsinum hevði Kristian Eliasen, ið siglur sum maskinmeistari við Norðborg, sett eitt av modellumskipum sínum. Hetta var gamla Norðborg, sum er sera hegnisliga frágingin. Eisini var ein filmur á vegginum av arbeiðnum at gera bátin og myndir frá tí røttu Norðborg, sum modellið er gjørt eftir.

 

Jú, Gamla Seglhúsið kom rættiliga til sín rætt – júst sum í gomlum døgum við hópin av fólki, bæði uttanfyri og inni. Eisini dugir vertsparið, Jastrid og Símun Gullaksen so frágera væl at vera blíð og siga frá. Gamla Seglhúsið osar av søgu og nýggi búnin, húsið er latið í, hóskar væl søguliga umhvørvinum.

 

Orð og myndir: Dávur Winther