FÓTBÓLTUR
Tá 104 ára gamla felagið Hull City farna kappingarár vann uppflytingardystin ímóti Bristol City á Wembley Stadium, og harvið flutti upp í landsins bestu deild í Onglandi, Premier League, vóru tað ikki mong, ið høvdu væntað, at sama lið nakrar mánaðir seinni fór at liggja nummar trý í deildini.
Hetta er tó veruleikin í dag, tá flest øll liðini hava spælt átta dystir hvør. Í roynd og veru eru tað einans Chelsea og Liverpool, ið hava staðið seg betri enn fyrrverandi felagið hjá Julian Johnsson. Tað staðfestir stigatalvan nú Hull City hevur 17 stig.
Tey seinastu trý komu seinnapartin sunnudagin, tá liðið á heimavøllinum Kingston Communications Stadium basti West Ham við málið frá Dawson miðsskeiðis í seinna hálvleiki.
Sigurin á West Ham er ársins fimti. Hinir fýra sigrarnir eru á Fulham, Newcastle, Arsenal og Tottenham.
Tottenham í tungum sjógvi
Júst Tottenham hevur eisini lagt rygg til fleiri tap í ár. Og er tað óvæntað, at Hull City hevur staðið seg so væl higartil, so kemur tað minst líka óvart á tey flestu, at Tottenham liggur aftast eftir átta dystir. So galið er tað, at stóra Londonliðið framvegis hevur sín fyrsta sigur til góðar.
Í gjár var annars rímiligur møguleiki fyri stigum, men liðið tapti 2-1 á útivølli fyri uppflytarunum Stoke, sum undan hesum umfarinum einans høvdu vunnið ein sigur.
Chelsea og Liverpool halda tørn
Í oddinum halda Chelsea og Liverpool somu kós sum undanfarnu dystirnar. Chelsea hevur tó munandi betri málúrtøku enn Liverpool, og eigur tí fremsta sessin. Mett út frá avrikunum frá teimum báðum liðunum um vikuskiftið, er tað eisini fult uppiborið, at Chelsea liggur fremst.
Teir vunnu sannførandi 5-0 á Middlesbrough, hetta hóast sjey av leikarunum hjá Scolari vóru skaddir. Kalou gjørdi tvey mál, meðan Belletti, Lampard og Malouda gjørdu hini trý.
Liverpool var hinvegin ikki eins sannførandi. Og sannførandi var Agger á ongan hátt, tá hann átti verjuvilluna, sum førdi til, at Wigan legði seg á odda. Liverpool javnaði stutt eftir, og hóast Wigan stutt fyri hálvleik aftur fór framum, so eydnaðist tað Liverpool í síðstu løtu at fáa sigurin í hús, tá Kuyt gjørdi sítt næsta mál í dystinum. Hitt málið hjá Liverpool gjørdi Riera, meðan Amr Zaki gjørdi tey bæði málini hjá Wigan. Sostatt er Amr Zaki toppskjútti í Premier League við sjey málum. Wigan hevur leigað egyptiska áleyparan frá felagnum El Zamalek, og hevur sambært felagnum forkeypsrætt upp á Amr Zaki. Nú ljóðar tó, at Manchester City ynskir at knýta hann til sín og at ein fundur er avtalaður millum El Zamalek og Manchester City, sum spælir ímóti Newcastle í kvøld.
Rooney í hopla
Ein annar maður, sum eisini er við at finna góða spælið framaftur, er Wayne Rooney. Hann var høvuðsarkitekturin handan sannførandi 4-0 sigurin hjá Manchester United á West Bromwich. Rooney legði gestirnar framum, og legði síðani upp til teir báðar portugisisku vengurnar hjá Manchester United. Berbatov slapp eisini upp í part, tá hann gjørdi sítt fyrsta Premier League-mál fyri sítt nýggja felag.
Við sigrinum hevur Manchester United 14 stig, sum er tvey stig færri enn Arsenal á fjórða plássið.United hevur tó í mun til flest øll hini liðini einans spælt sjey dystir.
Arsenal vann eisini sín dyst. Hetta var á Everton, sum legði bragdliga fyri við málið frá Osman, men Nasri, van Persie og Walcott syrgdu fyri, at Arsenal vann 3-1.
Harvið er eru tað Chelsea, Liverpool, Arsenal og Manchester United, ið mynda fýra av fimm teimum fremstu sessunum í Premier League, júst sum væntað. Hinvegin er tað fullkomiliga óvæntað, at Hull City er tað fimta liðið millum tey fremstu!