Húkurin í nýggjari rock-video

Danski Fate, har Dagfinn Joensen er forsangari, hevur sent nýggja video á marknaðin

Sæð við føroyskum eygum, so er áhugavert at síggja, at nakrar av myndunum eru tiknar í Føroyum. Og miðskeiðis í sanginum er tað sjálvur húkurin í Klaksvík, sum í nøkur sekund sleppur at mynda bakgrundina.

 

Lagið, sum Fate hevur sent á marknaðin hesaferð, er Feel like making love, ið er skering av seinastu fløguni hjá Fate. Tann útgávan eitur If not for the Devil.

 

Til ber at síggja og hoyra nýggja sjónbandalagið við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.