Í gjárkvøldið var framsýning fyri næmingum og foreldrum í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, har eisini eitt frálíkt gentukór sang, sum er sett saman av gentum bæði úr Skúlanum á Ziskatrøð og Skúlanum við Ósánna. Tú hevur kórið fingið skilagóða navnið - ZÓ!
Alla seinastu viku hevur Skúlin á Ziskatrøð havt eina listaviku, tey kalla.
Talan er um næmingar úr 10. flokki úr Fuglafjarðar Skúla og næmingar úr Valskúlanum á Ziskatrøð, sum hava verið saman um hesa verkætlan alla seinastu viku. Næmingarnir hava málað málningar, seyma kjólar, gjørt hornlampur, tikið bæði livandi myndir og stillmyndir.
Eisini hava listafólk verið inni í skúlanum og undirvíst og annars lagt lag á: Helgi Midjord, Archibald Black, Høgni Thomsen, Marita Poulsen, Zacharias Hammer, saman við fleiri øðrum lærarum.
Signar á Brúnni, skúlastjóri sigur, at hetta hevur verið ein sera spennandi og mennandi vika.
Og mánakvøldið var so framsýningin av avrikunum frá kl.18.00 - 21.00 í Skúlanum á Ziskatrøð, har næmingar, foreldur og ikki sørt errnir lærarar gingu runt og skoðaðu framúr góðu og annarleiðis framsýningina. Tær listarligu gávurnar hjá næmingunum komu ríkiliga til sjóndar.
Hetta var ein margfeld, kreativ og annarleiðis framsýning, sum fortelur, at í skúlaunum eru hópin av næmingar við skapandi gávum, sum kunnu gagna teimum í ríkiligt mát í so mongum høpi.