Hugurin er framvegis líka góður

Hóast Hans Jacobsen, vanliga róptur Hans á Bakka, næstu ferð fyllir 73 ár, er hann framvegis virkin - um enn ikki á ssma hátt sum áður. Í fleiri ár var hann líka sum ovasti maður í fyritøkuni Bakkafrost fyri smoltalingini, men tað er hann ikki longur.

Í dag er Leif av Reyni ovasti leiðari fyri smoltalingini hjá samtakinum, og síðan eru dagligir leiðarar á ymisku smoltstøðunum, sum Bakkafrost eigur.

Tá Portalurin hitti Hans Jacobsen í telefonini í morgun, var hann á veg Yvir á Dal, har ein av smoltstøðunum hjá felagnum eru. Hans sigur, at dagligur leiðari á hesi støðini er yngri sonur hansara, 27 ára gamli Rógvi Jacobsen.

- Eg eri framvegis uppi í, tó at eg ikki leiði hetta virksemi longur, men í dag geri eg meiri, sum tað passar mær, sigur hann brosandi.

Hans Jacobsen veit at siga, at smoltstøðin Yviri á Dal í ár helst fer at framleiða tvær miljónir smolt. Støðin er útbygd, sum árini eru gingin og kann í dag framleiða fleiri smolt enn áður.

- Nú sjógvurin verður endurnýttur í nógv størri mun enn áður, eru eisini betri møguleikar við smoltalingini, leggur hann aftrat.

Hans Jacobsen sigur, at tá smoltstøðin Yviri á Dal varð bygd í 1995, varð hon projekterað til 500.000 smolt, og nú kann framleiðslan tátta í tvær miljónir smolt.

- Áður settu alistøðirnar smolt út tvær ferðir um árið, men nú verður smolt sett úr at kalla alt árið, tó kanska ikki í desember og januar.

Hans leggur aftrat, at størsta smoltstøðin hjá felagnum er á Viðareiði við einum kapasiteti á næstan tríggjar miljónir smolt um árið. Hann væntar, at Bakkafrost fer at seta út millum 8 og 9 miljónir smolt í ár.

- Hugurin er framvegis líka góður, tó at eg ikki eri nakar ársungi longur, sigur fryntligi Hans Jacobsen, primus motorurin aftanfyri fyritøkuna, sum nú hevur vaksið seg so stóra, at eingin fyritøka í landinum, sum fæst við fisk, er størri.