Hugstoytt at serlæknin í gikt hóttir við at rýma

Serlæknin í gikt hevur fingið tað, hann hevur biðið um

- Serlæknin í gikt hevur fingið tað, hann hevur biðið um.

Tað sigur Anders Bøgesvang, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.

Hann sigur, at tí kemur tað dátt við, at Pero Sore, einasti serlækni í gikt á Landssjúkrahúsinum, nú hóttir við at rýma.

 

Les eisini: Serlæknin í gikt rýmir um tvær vikur

 

- Tað er hugstoytt, hann ætlar at siga upp, eftir at vit hava gingið krøvum hansara á møti, sigur varastjórin.

 

- Eitt krav var at fáa betri hjálp frá einum sjúkrarøktarfrøðingi. Hann hevur havt ein hálvan sjúkrarøktarfrøðing, men nú fær hann sjúkrarøktarfrøðing í starv í 0,75 prosent av einum heilum ársverki. Og endamálið er at geva honum ein sjúkrarøktarfrøðing í fulla tíð seinni.

 

 

Les eisini fráboðanina frá Pero Sore, serlækna í gikt: Derfor har jeg opsagt min stilling

 

 

Eitt annað krav frá Pero Sore var eisini, at ein giktlækni skuldi setast afturat, og honum hava vit nú lýst eftir, sigur varastjórin.

- Annars krevur hann ein nýggjan sáttmála við Heilsutrygd, men tað fær Landssjúkrahúsið einki gjørt við, tí tað er ein spurningur ímillum Heilsutrygd og serlæknafelagið.

Anders Bøgesvang sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum má nú tosa við serlæknan.

- Og eg vóni, at tað spælir væl av, leggur hann afturat.

 

Annars staðfestir hann, at leiðslan á Landssúkrahúsinum roynir av øllum alvi at skapa so góðar karmar, sum gjørligt.

 

- Men fíggjarligu karmarnir eru so teprir, at tað er ringt at seta tað í verk, vit vilja, sigur hann

- Vit hava nakrar fíggjarligar karmar, sum Løgtingið, altso fólkaræðið í Føroyum, hevur givið okkum at virka undir, og tað setur mark fyri, hvat vit fáa gjørt, sigur varastjórin.

 

- Tað tekur langa tíð at byggja heitt heilsuverk upp og at skapa góðar umstøður. Men tá ið skipanin so verður niðurlagað í eitt áramál, er tað ein avbjóðing at skapa framdrift, leggur hann afturat.

 

 

Les eisini: Vit hava ikki ráð til at missa hann

 

 

Anders Bøgesvang heldur, at tað ein veruligur vandi fyri, at er ein yvirlækni fyrst farin, er vandi fyri, at skriðan leypur og at fleiri yvirlæknar so eisini fara at stinga í sekkin.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Anders Bøgesvan greið frá