Kristian Zachariassen
Reiðskapserfrøðingur
Havstovan
Líggjas Hansen (1944 – 2004) var sjómaður stóran part av lívinum. Hann sigldi, sum maskinmaður við trolarum og arbeiddi í smiðju til sjúka gjørdi at hann misti sjónina. Hann gavst tó ikki at arbeiða, men fór at gera línubustir og aðra útgerð til útróðrarbátar.
Hugskotið við einum trolgrunni, sum skuldi fara betur við umhvørvinum hevði hann hugsað um í fleiri ár. Hann hevði ta hugsan, at trolreiðskapur næstan var tað einasta amboðið, har man ikki samstarvaði við náttúrukreftirnar. Eingin vildi farið við einari hjólbøru har hjólið var læst, plagdi hann at siga.
Ikki hevði hann hugsað, at 17 granskarar við sama skipi á sama túri skuldu kanna hansara hugskot.
Hugskotið
Hugskotið hjá honum var onkusvegna at fáa sett hjól á ein trolgrunn. Hesi hjól skuldu rulla sama veg sum trolið fór. Trolgrunnurin er tann parturin av trolinum, sum kemur ímóti botninum. Vanligir trolgrunnar, sum brúktir verða ídag, eru samansettur av stórum gummiskivum, sum eru festar beinleiðis í trolið. Hetta ger at hesar gummiskivur ikki rulla, men verða drignar eftir botninum. Fyrimunurin við hesum grunnum er tó, at teir eru lættir at gera, og at fáir deilir eru, sum kunnu brotna.
Fyrimunir
Fyrimunirnir við hesum rullandi trolgrunninum eru, at trolið fer betur við havbotninum, og at tað ivaleyst eisini verður eitt sindur lættari at tóva og harvið sparir olju. Í fyrsta lagi nemur grunnurin bert við botn í nøkrum fáum støðum, meðan restin av grunninum er lyft 5 – 7 cm upp frá botni. At punktini, sum nema við botnin rulla, ger, at tey ikki seta so stór spor eftir seg. Hetta ger, at vøkstur og annað á botni ikki verður órógvað so nógv, sum við einum vanligum trolgrunni, ið tekur botn allanvegin, umframt at hann ikki rullar. Í øðrum lagi siga náttúrulógir, at ting, sum rulla, eru lættari at hála fram, enn um tey vóru føst. Hetta gevur tó ikki so stóra sparing í olju, tí av samlaðu orkunýtsluni er parturin til trolgrunnin bert uml 10%.
Fyrst Føroysk verkætlan
Meðan Líggjas enn var á lívi, gekk hann sera høgt uppí hugskotið við rullandi trolgrunnum. Hann hevði hugskotini, meðan Fiskirannsóknarstovan stóð fyri at royna tey í verki. Alt tað vanliga arbeiði gjørdi hann sjálvur, men maskinverkstøð sveisaðu og gjørdu annað stálarbeiði fyri hann. Trolbátarnir Fiskaklettur og Randi royndu hesi ymisku snið av trolgrunnum. Summar royndir vóru meira væleyðnaðar enn aðrar, men skjótt sást at hugskotið var áhugavert at arbeiða víðari við.
Endar við ES verkætlan
Í 2006 kom hesin trolgrunnur við í eina ES verkætlan. 9 ymisk lond eru við í hesari verkætlan, sum ES stuðlar við 15 milliónum krónum. Endamálið við verkætlanini er at gera trolreiðskap meira umhvørvisvinarligan. Hon ber heitið DEGREE, sum stendur fyri Developement of Fishing Gear Reducing the Effect on the Enviroment.
Hugskotið hjá Líggjasi var sett saman við einum norskum hugskoti, har grunnurin er gjørdur úr plátum úr gummi. Burtur úr hesum báðum hugskotunum var ætlanin at gera ein munandi umhvørvisvinarligari og betri trolgrunn. Loysnin var at seta gummiplátur ímillum hjól, soleiðis at grunnurin bert nemur við botnin, har hjólini eru. Hesi hjól rulla tann vegin trolið fer. Orsøkin, at seta plátur millum hjólini er, at fiskur ofta hevur hug til at fara út millum gummiskivurnar á einum vanligum trolgrunni. Hesin nýggi grunnurin skuldi tí, umframt at farið betur við botninum, eisini fiskað betur.
Royndir
Royndir við hesum nýggja trolgrunni eru millum annað gjørdar umborð á stóra norska havrannsóknarskipinum G.O. Sars, sum er millum mest framkomnu havrannsóknarskip í heiminum. Model royndir av trolgrunninum eru eisini gjørdar í einum royndartanga í Hirtshals. Hetta verður ofta gjørt, tá nýggj útgerð skal roynast, fyri at síggja hvussu hon riggar. Seinastu og endaligu royndirnar í hesari verkætlan vórðu gjørdar í desembur síðsta ár. Tá varð ávirkanin á havbotnin av hesum trolgrunni samanlíknað við ávirkanina av einum vanligum grunni.
Kanningar
At kanna hvussu stór ávirkanin er á havbotnin av trolgrunninum, er ikki nøkur einføld uppgáva. Hetta varð gjørt við at filma báðar trolgrunnarnar og havbotnin áðrenn og aftaná at trolað varð. Á trolinum vóru festir posar, sum samlaðu alt, ið støvað varð upp av botninum. At enda vórðu eisini royndir tiknar av sjálvum havbotninum, fyri at kanna ávirkanina av lívinum í botninum. Hesar royndir vórðu tiknar bæði áðrenn og aftaná at trolað varð.
Lovandi úrslit
Hóast tann endaliga frágreiðingin ikki er liðug enn, staðfesta tey fyrstu úrslitini, at hesin trolgrunnur fer munandi betur við botninum enn grunnar, sum vanliga verða nýttir. Upptøkur vísa, at vøkstur á botni var sera lítið órógvaður, tá tann nýggi grunnurin varð nýttur. Sporini frá nýggja grunninum vóru nógv minni enn við vanliga trolgrunninum, sum eisini hevði størri avirkan á vøkstur á botni.
Kanningar av posunum á trolinum vístu, at nógv minni varð støvað upp frá botni við nýggja grunninum. Til endans, men ikki minst, fiskar tann nýggi trolgrunnurin minst líka væl, sum tann vanligi
Ger mun
Fyri eina fiskivinnutjóð sum Føroyar kunnu slík úrslit hava stóran týdning. Slíkar loysnir, sum tann hjá Líggjasi, kann nýtast sum prógv um, at føroyingar eru tilvitaðir, tá tað snýr seg um at fiska ábyrgdarfult. Frágreiðing frá einari slíkari altjóða verkætlan, sum hesari, kann vera góð at vísa á. Umheimurin fylgir væl við hvussu vit fiska okkara fisk, og væntast kann, at henda eyðgleiðing verður enn størri í framtíðini. Krøvini frá kundum, sum keypa okkara fiskavørur, gerast alsamt størri, og sambært fiskasølum spyrja teir javnan um, hvussu og hvar fiskurin er fiskaður. Um kundin hevur valið millum tvær vørur, velur hann uttan iva ta, sum er fiskað umhvørvisvinaligari, siga fiskasølumenn.
Umframt stuðul frá ES varð eisini stuðul latin frá fiskivinnuroyndum til hesa verkætlan.
Tíverri kom Líggjas ikki at uppliva, at hansara hugskot skuldi koma so víða. Hann andaðist 23. september í 2004 bert 60 ára gamal.