Tvey ár eftir at Hugskotið flutti oman í Sjóvinnuhúsið, verður nú leitað eftir nýggjum hølum. Endamálið er at varðveita dýrabara vitan í húsinum, sambært Sóley Heradóttir Hammer, leiðara í Hugskotinum. Fleiri av fyritøkunum í Hugskotinum eru farnar at vaksa, samstundis sum nýggjar leggjast afturat.
- Hugskotið er tað, ið vit kalla fyri eitt fasu 1 høli, men vit vilja øgiliga gjarna víðka virksemið til eisini at hava eitt fasu 2 høli, og eru í holt við at kanna, um tað er gjørligt. Tað merkir, at vit ynskja møguleikan at hava fyritøkur eitt sindur longri í Hugskotinum, sigur hon.
Orsøkin er, at man hevur eitt ynski um, at varðveita so nógva vitan sum gjørligt í Hugskotinum, tí tað verður mett at vera ein fyrimunur fyri nýggjar íverksetarar.
- Tá man byrjar eina fyritøku, fært tú nógvan vitan og eitt stórt netverk. Vit vilja øgiliga gjarna gera okkum dælt av hesi vitan og tí ynskja vit ikki, at fólk flyta ov tíðliga út, men at tey í sama umhvørvi fáa møguleikan at leiga hølir, ið eru eitt sindur dýrari at leiga, greiðir hon frá.
Í løtuni eru tað áleið 40 fólk, ið hava sína dagliga gongd í Hugskotinum. Tað er tó ikki so langt síðan, at undirtøkan fyri Hugskotinum var munandi minni.
- Tá Hugskotið byrjaði í 2014 tók tað eitt ár at skapa eitt umhvørvi við íverksetarum, har fólk tímdu at koma inn og arbeiða. Tá var tað eisini bara pláss til sjey íverksetarar. Við nýggju hølunum varð pláss til 40 íverksetarar, men tá eg tók við starvinum í mai vóru bara 20 íverksetarar í húsinum. So vit tosa um ein ógvusligan vøkstur síðstu árini, vísir leiðarin á.
Les meiri um Hugskotið í stóra lestrarblaðnum, sum er partur av Sosialinum, sum verður borin út í hvørt heim í morgin.