Hugsjónarmaðurin Hergeir seksti

Í dag, 27. august 2009, fer tjóðveldismaðurin og Løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, um tey seksti árini.

Allar orsøkir eru at heilsa Hergeiri og familju á hesum degi, og at leggja sær í geyma tær stóru dygdir og tey miklu avrik, sum hann longu hevur kjølfest og framt í føroyskum politikki, fólkaræði og í samfelagsmenningini.


Sjálvur minnist eg, 12 ára gamalur, tá Hergeir trein inn á landspolitiska pallin sum landsstýrismaður í 1978. Var júst farin at fylgja við í politikki, og her merktist á prátinum millum tey vaksnu og í bløðum og útvarpi, at nakað nýtt hendi. Tjóðveldið hevði sett tveir blaðungar landsstýrismenn, Hergeir Nielsen og Heðin M. Klein. Báðir sunnanífrá, úr ávikavist Suðuroy og Sandoy. Nútímans og vællærdir mentamenn við góðum pennum, víðum útsýni og greiðum hugsjónum. Hetta kveikti áhuga fyri politikki hjá mongum.


Síðani er mangt brotið upp úr nýggjum. Seinastu 31 árini hevur Hergeir sum aktivur politikari tænt tjóðveldishugsjónini, landinum og ikki minst Suðuroynni í nærum øllum álitissessum og -størvum í politisku skipanini. Hann hevur verið løgtingsmaður í samgongu og í andstøðu. Hann hevur verið nevndarformaður í fleiri løgtingsnevndum og hjá Løgtingsgrannskoðarunum og havt sæti í formansskapi tingsins mong ár. Verið blaðstjóri á Fjúrtanda september. Kommunuskrivari í Sumbiar Kommunu. Virkin í Suðuroyar Tjóðveldisfelag, umframt øðrum feløgum og mentanarátøkum í Suðuroy og í skipanini hjá Tjóðveldi, samstundis sum hann hevur starvast sum lærari og skúlastjóri á Leiti og eitt skifti sum lærari í Vági. Og hann røkir nú á øðrum sinni hægsta politiska starv í Føroyum sum løgtingsformaður.


Hetta fegnast vit almikið um. Tjóðveldi merkir fólkaræði, og Hergeir hevur fólkaræði sum sína fremstu hugsjón. Við hansara royndum og dygdum er hann sjálvskrivaður at standa á odda fyri okkara aldargamla tingi og virka fyri, at tingið skjótt tekur sær rættin at fremja veruligt fólkaræði í Føroyum og tekur allar avgerðir og ábyrgd til Føroya fólk og tey umboð, vit velja.

---


Hergeir hevur roynt politikkin, tá rekur við og tá rekur ímóti. Hann tók ábyrgd tey truplu árini, tá samfelagið rapaði. Hann hevur roynt at missa tingsessin, men kom sterkur afturíaftur. Og hann er trúgvur sum trøllið mótvegis tjóðveldishugsjónini og síni sannføring, uttan mun til, hvussu hart leikar á í samfelagnum, í samgongum, á tingi og innanfloks.


Hesir eginleikar kunnu ikki yvirmetast. Vit, sum komu nýggj inn í flokkin og inn á ting í 1998, hava sera nógv at takka Hergeiri fyri. Hann hevur verið røddin og hondin, sum hevur stuðlað nýggju ættarliðunum í flokkinum. Sum hevur sagt sínar hugsanir á røttum stað – ikki minst, tá hann hevur verið sera ósamdur – og hann velur at savna og stuðla tí, sum tænir hugsjónini og politisku málunum. Tú hevur ongantíð sæð Hergeir í sjálvdrátti í fjølmiðlunum móti flokkinum, ella sæð hann leitað í tann so nógv misnýtta pínslaváttarleiklutin, tá sessir skulu býtast í flokkinum, og tey nýggju fólkini kanska eru dekan ov braneggjað. Hergeir er ein hollur frælsisstríðsmaður og hevur málið klárt fyri eygað, uttan mun til hvussu nógv rok er um samgongur, flokk og trupul rumbulsmál. Og sanniliga hevur brúk verið fyri tí, seinnu árini, vera vit at viðganga.

---


Sum løgtingsmaður og politikari, er Hergeir Nielsen burturúr arbeiðssamur og nærlagdur. Øll mál verða kannað og lýst nágreiniliga. Allir upplýsingar funnir fram, og síðani verður málið mett hugsjónarliga, prinsippielt og ítøkiliga. Lesið tildømis tey álitini, ið Hergeir Nielsen hevur skrivað til tey óteljandi tingmál, hann hevur viðgjørt og havt um hendi, og lesið røðurnar, hann heldur á tingi. Tað eru fá, ið kunnu vísa á slíkt arbeiði. Tíverri verður hetta lítið virðismett í føroyskum politikki og í fjølmiðlaviðgerðini, har tað tykist vera øvut: Tað, sum er minst viðgjørt og upplýst, og fólk sum sjáldan skriva ein stav, kanna eitt mál ella hava greiðar hugsjónir og prinsipp, fáa nógv størri rúmd og seta sínar veðurhanadagsskráir.


Hugsjónarmaðurin Hergeir hevur verið noyddur at barst við allar teir fordómar, spjaldrasetingar og aggkendu stríðsmál, sum frælsisstríðið í Føroyum hevur verið so merkt av. Um at tjóðveldisfólk skulu hata Danmark, vilja avbyrgja Føroyar ella fara aftur í skjútstíðina ella hvat nú verður sagt av ósonnum og – sum Hergeir vildi sagt – “fordummandi” uppáhaldum.


Men hann hevur støðugt hildið á við at mótprógva alt hetta og føra fram ta fólkaræðisligu og sosialu hugsjónina um, at Føroyar skulu skipast sum eitt veruligt fólkaræði, har avgerðirnar og framtíðin liggja á okkum. At vit skulu sjálvi gjalda til og skipa okkum sum eitt nútímans, samhaldsfast samfelag, har ongin stætt hevur framíhjárætt til vald landsins og ognir og har allir borgarar og partar av landinum hava javnbjóðis menningarmøguleikar – og ikki minst, at vit skulu vera javnbjóðis partur av alheimssamfelagnum, har føroysk tjóðin og mentanin skulu vera í beinleiðis sambandi við allan heim og harvið menna seg í nútímans samfelagnum.


---

Hergeir kann í dag rokna seg til eldra ættarliðið av politikarum. Men hann situr ikki upp afturá og gremur seg um heimins gongd og broytingar. Fáur er so skjótur at taka við nýggjari tøkni og samskiftishættum, sum hann. Hann mundi vera millum tey fyrstu at fáa sær heimasíðu á alnótini. Hann er eitt sindur av einum “teldufreak” og nýggj tøkni og møguleikar við myndatólum, ljóði, fartelefoni, sleppur ikki framvið Hergeiri. Og hann bíleggur bøkur, tíðarrit og sjónvarpsrásir, til tess at fylgja væl við í øllum rákum og gongdum í heiminum – samstundis sum hann gongur og ambætar seyðinum, suðuri í Vági.


Júst altjóða politikkur hevur verið og er eitt av fremstu politisku málunum hjá Hergeiri. Hann hevur stríðst fyri altjóða mannarættindum. Ímóti hernaðardubbing, Irakkríggi og niðurpíningini av triðja heiminum. Fyri føroyskum limaskapi í altjóða felagsskapum, betri handils- og fiskiveiðiavtalum og øktum samstarvi við okkara grannlond í Norðuratlantshavi. Og ímóti, at Føroya verða nýttar sum ein finna í einum hernaðarligum og stórpolitiskum talvi, men at vit ístaðin sjálvi taka ræði á og gera allar avtalur um okkara loftrúm, havøki altjóða bindingar.


Vit eru von at prika Hergeir við, at eins altjóða hugaður hann er og fylgir við í øllum uttanríkispolitiskum viðurskiftum, eins lokalur er hann, tá ræður um viðurskiftini og lívsumstøðurnar í Suðuroy. Ættaður av Økrum og úr Sandvík (og uppkallaður eftir einum frísa í Akrabyrgi), spennir upphavið um alla Suðuroynna. Orðalagið og máliskurnar hjá Hergeiri, søkja sær í stóran mun føði úr tí stóra kvæðaskattinum hjá sunnanfólki og ikki minst sumbingum – og tiltøkini eru eisini ramlig og beinleiðis Suðuroyarmál. Og tað mentanarliga og søguliga kjølfestið, ger Suðuroynna til heimsins nalva hjá Hergeiri.


Ein dagin á tingi brúkti Hergeir stóra orku at viðgera Irak-kríggið og stórvaldapolitikkin í heiminum, og næstu løtuna var hann eins upproyttur og tosaði eins eldhugaður fyri bakkaverjuni í Sumba. Og á einum fundi í Tjóðveldi, áðrenn fullveldissamgongan setti ferð á útbyggingarnar í Suðuroy, grundgav Hergeir fyri íløgum í samferðslukervið í Suðuroy á henda hátt: “Meðan tygor plaffa hvørt fjall og hvønn tanga ígjøgnum norðanfyri við nýggjum tunlum og vegum, so koyra okur har suðuri í hestavogni á gomlum veltingarvegum!”

---


Og Hergeir hevur sanniliga barst fyri og grundgivið fyri, at Suðuroyggin, ið varð afturúrsigld á samferðslu- og skúlaøkinum síðani 60’ini, skuldi nútímansgerast og fáa grundarlag fyri nýggjum framburði. Saman við fullveldissamgonguni og øðrum góðum fólki í andstøðu og kring landið, gekk Hergeir á odda fyri og fekk framt frá 1998 til 2004: Nýggja Smyril, djúphavn í Vági, ferjulegu á Krambatanga, Almanna- og heilsuskúla á Tvøroyri, Øravíkar-Hov bergholið (har Hergeir var oddamaður fyri at fáa linjuføringina úr fjøllunum og niður í hæddina), bakkaverjuna í Sumba og ikki minst Miðnámsskúladepilin í Vági, sum varð samtyktur og byrjaður. Alt varð goldið kontant, og Suðuroyggin man ongantíð hava upplivað slíkt framtíðarlop við íløgum, sum hesi árini. Tá var alt hetta partur av eini 10-ára íløguætlan hjá landinum, sum gjørdi, at skil var á bæði pengum og raðfestingum, og varð ætlanin hildin árini eftir, hevði alt landið fingið sínar útbyggingar eftir fastari ætlan.


Partur Hergeirs fer ikki at liggja eftir, tá aftur verður fingið skil á politisku framtíðina í landinum. Og vit ivast ikki í, at Hergeir fer at halda á, sum bæði altjóða politikari, lokalpolitikari og landspolitikari, tá Føroyar eru skipaðar frælsar við óskerdum fólkaræði, sosialt rættvísari og við eini livandi mentan, ið knýtir bond millum mentanararvin og søguligu virðini líka úr Suðuroynni til New York.


Við nøkrum reglum hjá abba, vil eg vegna Tjóðveldi og øll frælsisfólk ynskja Hergeiri Nielsen og familjuni hjartaliga tillukku, við vón um mong ár í samstarvi frameftir.


“Her løgdu frægir inn av nýggjum,

teir gjørdu garðar, reistu búgv,

hjá teim sum upp úr nýggjum brutu,

tað stóð um tolni, stóð um trúgv.” 


Høgni Hoydal