Hugsjón og stevna byggja land

Landsverkfrøðingsstovnurin verður ikki at finna í telefonbókini í framtíðini. Stovnurin eitur nú Landsverk, sum er lættari bæði at siga og skriva, varð sagt í samband við navnaskiftið, har eisini nýggja andlit stovnsins varð víst fram

Navnið Landsverkfrøðingsstovnurin er søga. Stovnurin eitur nú stutt og greitt Landsverk.
Hesum boðaði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, frá á samkomu, sum hildin varð í maskinhøllini hjá stovninum í Kollafirði fríggjadagin undan hvítusunnu.
Gamli Landsverkrøðingsstovnurin hevði boðað til evnisdag fríggjadagin, har fólk hjá stovinum úr øllum landinum vóru møtt. Allan fyrrapartin vóru fyrilestrar av ymsum slag um ymisk viðkomandi evni hildnir.
Seinnaparturin byrjaði við avdúkingini av framtíðarætlanunum fyri stovnin. Her varð millum annað nýggja navnið avdúkað, eins og eisini varð kunngjørt, at stovnurin fær nýtt andlit.
Tað vil siga, at alt, sum hevur við stovnin at gera, fer at skifta lit. Bæði maskinur, bygningar, arbeiðsklæði, heimasíða og brævbjálvar, greiddi Oyvindur Brimnes, stjóri, frá, tá hann kunngjørdi hesar nýggju ætlanir.
Hann greiddi frá, at arbeitt hevur verið fram í móti hesum skiftinum eina tíð. Skiftið skal ímynda bæði hugsanir og uppgávur hjá stovninum. Vísast skal á ein stovn, sum hevur hugsjónir og klárar at seta tær í verk.
At broyta navn hevur ymar fyrimunir við sær, segði Oyvindur Brimnes. Tann størsti, og sum fólk eisini fyrst fara at merkja, man vera tann, at navnið er styttri og nógv lættari at siga, enn tað gamla navnið var. Og so er tað eisini nógv lættari at umsita eitt nú í telduheiminum, enn hitt var.
?Fyri ikki at tala um tá samskift verður við útlendingar. Tað var mestsum vónleyst at fáa útlendingar at skilja og tíansheldur siga ella skriva orðið Landsverkfrøðingsstovnurin. Eisini tók tað ofta nógva tíð at greiða teimum frá, hvat hetta var fyri ein stovnur, segði hann.
Kortini er nýggja navnið rættiliga líkt tí gamla, og eitt nú styttingin LV kann framvegis brúkast og fer eisini at verða tað.
Umframt at skifta navn, skiftir stovnurin eisini útsjónd, um so kann sigast. Nýtt búmerki er gjørt, og allir arbeiðsbúnar, maskinur, bygningar o.s.fr. fara í framtíðni at verða litað gul og grøn.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum trýsti á knøttin, sum legði nýggju heimasíðuna hjá Landsverki út á internetið. Landsstýrismaðurin var, saman við stjóranum á Landsverki, ílatin nýggju gul/grønu ketildraktina hjá stovninum, eins og teir eisini vóðru ílatnir gula hjálmin, sum arbeiðsfólkið í framtíðini fer at nýta.
Hóast alt, sum hevur við Landsverk at gera, í framtíðini fer at bera hesar litir, verður tað ikki eftir einum degi, at útsjóndin skiftir, segði Oyvindur Brimnes. Tað tekur tíð og kostar pengar, so tað verður gjørt so hvørt, umstøðurnar loyva, ella skift verður út, segði hann.
Lagið er gott við sovorðin høvi, og onkur skemtaði við, at nú hesin stovnurin á landi hevði fingið navnið Landsverk, var kanska ikki óhugsandi, at Strandferðslan fór at skifta til Sjóverk.