Hugsið um umhvørvið í sambandi við nátaveiðu

Nú nátatíðin er við at byrja, heitir IRF á fólk um at hugsa um umhvørvið í hesum sambandi

Nú nátatíðin er fyri framman, vil IRF minna veiðifólk á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.

Nátatíðin er júst byrjað, og longu nú kann man síggja, at fólk selja nátar á sosialu miðlunum.