Ítróttur
Leygardagin upprann so dagurin, sum frælsa ítróttin hevur bíðað eftir nú í meira enn eitt ár.
Við allari æru fyri tí megnar arbeiði, sum toftamenn framdu, tá teir fingu stadion til frælsan ítrótt gjørt í 1989, so hevur eitt stadion av hesum slagnum vanta í meginøkinum øll árini síðani hetta.
Uttan eitt slíkt stadion í meginøkinum hevur verið sera tungt hjá frælsu ítróttini at skapa neyðuga fundamentið fyri framdrift, og hóast vit í dag síggja nøkur sera evnarík ungfólk vinna seg upp ígjøgnum røðirnar, so hevur føroyska elitan fyrst og fremst verið sett saman av fólki, sum hava fingið alsk til hesar ítróttirnar, tá tey í lestrarørindum hava veri uttanlands.
Men enn er so langt ífrá komið á mál. Tað kann ikki sigast ov ofta, at skulu vit veruliga skapa karmar fyri einum elituumhvørvi innan føroyskan ítrótt – ikki bara frælsan ítrótt – so er neyðugt við einum veruligum ítróttardepli.
Seinastu nógvu árini hevur Tórshavnar Kommuna brúkt tíggjutals milliónir til at útbyggja ítróttafasilitetir. Og verður ein komandi umbygging av høllini á Hálsi og komandi fimleikahøllin við Tórsvøll roknað við, eru tølini so væl og virðiliga trísiffrað.
Og spurningurin er, um hetta ikki varð betur nýtt við einum veruligum depli. 50 metur hylur, styrkivenjingarhøli og hallir til borðtennis, flogbólt og annað ljóðar kanska ógvusligt.
Men kostnaðurin hevði neyvan verið nógv meira enn tað, sum longu er nýtt, tá ætlaðu ígongdverandi útbyggingarnar eru gjørdar. Og fyri fólkaheilsuna hevði vinningurin helst verið fleirfaldaður íløguna.
Varð depilin lagdur sum forleingjan av svimjiøllini, kundi hesin hóskandi hýst øllum virkseminum hjá ÍSF. Ein tunnil kundi ferðslutrygt og ómaksleyst givið skifti- og venjingarfasilitetir til frælsu ítróttarfólkini, og sjálvandi kunnu allar aðrar ítróttir eisini fáa vinning av eini veruligari frælsisbreyt.
Svakligt og kostnaðarmikið vildi kanska onkur sagt. Ja. Men tey svøku fólkini eru við hvørt tey, sum gera ein mun, tá avtornar, sigst.