Hugsanardagur - ein altjóða skótadagur

Týsdagin 22. februar, halda skótar kring allan heimin hugsanardag til minnis um stovnara skótanna Robert Baden-Powell og konu hansara Olav

e Baden-Powell, ið bæði høvdu føðingardag 22. februar.

Í ár eru 143 ár síðan Baden-Powell varð borðin í heim og 93 ár síðan skótarørslan sá dagsins ljós.


Hugsanardagurin

22. februar verður nevndur hugsanardagur. Dagurin verður hildin av skótum kring allan heimin sum ein altjóða skótadagur, og verður á enskum nevndur "Thinking Day" ella "Wo?rld Friendship Day".

Ymiskt er hvussu dagurin verður kring um heimin, men felags er, at skótarnir hugsa um skótasystrar og -brøður kring allan heimin.

Hugsanardagin savnast skótar í Føroyum til gudstænastu - at minnast stovnaran: Lord Baden-Powell og konu hansara, Lady Baden-Powell, ið bæði fyltu henda dag,

- at minna hvønn annan á skótalógina, og at ein sum skóti er við í heimsins størstu barna- og ungdómsrørslu, við 25 milliónum skótum í fleiri enn 160 londum,

- at skótar í øllum heiminum eru vinir, hvør so er átrúnaðurin, húðaliturin ella mentanin.


Skótagudstænastur

22. februar

Í Føroyum verður hugsanardagurin hildin við skótaguðstænastum kring landið, har talvan gongur fyri Skótahjálpina.


- í Havnar kirkju kl. 19.00

- í Kvívíkar kirkja kl. 18.30

- í Sørvágs kirkju kl. 20.00

- í Leirvíkar kirkja kl. 19.00

- í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 20.00