Dánjal Hansen hevur ikki spælt tað nógva í ár. Síðani summarsteðgin hevur hann tó aftur verið á liðnum hjá B68, og hann var væl nøgdur um stigini, sum komu í skjáttuna mikukvøldið.
- Tað var tað, sum vit komu eftir. Vit høvdu eitt stig, tá dysturin byrjaði, og hetta vildu vit halda fast um. Í útgangsstøðinum vóru vit rímiliga defensivir, men vit satsa upp á øll stigin, og tey fáa vit.
- Fortreytirnar vóru nakað vánaligar, tí okkum vantaði tveir av verjuspælarunum. Tí máttu vit taka ferðina úr dystinum, og tað eydnaðist.
Seinastu løtuna komu tit undir stórt trýst. Vóru hetta tungir minuttir at koma ígjøgnum?
- Tað er tað altíð í Gøtu, tað vita vit. Teir spæla hart og kontant, og tí verður tað ofta øgiliga strævið, men tíbetur gekk tað kortini.
Við sigrinum hava tit nú 26 stig. Kenna tit, at tað nú er sloppið?
- Nei, sloppið er tað ikki. Nú kenni eg ikki hini úrslitini í kvøld, men vit mugu fyrst og fremst hugsa um okkum sjálvar og okkara spæl, og tað gjørdu vit eisini í kvøld, segði Dánjal Hansen eftir dystin.