Hugsa um ljóð tá tú byggir

Tá fólk seta búgv, er týdningarmikið at geva sær far um ljóðviðurskiftini í nýggja heiminum. Sum heild hugsa sethúsabyggjarar ov lítið um at doyva ljóðið, so tað gerst liviligari fyri alla familjuna, sigur ljóðserfrøðingurin, Johannes Steingrund

Óbevíst hava ljóðviðurskifti stóra ávirkan á, hvussu trivnaðurin er í einum heimi. Men tá samanum kemur, hvussu nógvir privatir sethúsabyggjarar munnu gera sær stórvegis tankar um, hvussu tey ymsu rúmini í húsinum verða plaseraði í mun til hvørt annað, so størst møgulig atlit vera tikin fyri óljóði og gangi í tí nýggja heiminum? Helst er tað rættiliga ivasamt.

Tann føroyingurin, sum uttan hevur størstu royndirnar á hesum øki, er Johannes Steingrund í Saltangará. Líka síðani tíðina sum tannáringur hevur hann fingist við ljóð á ymsan hátt. Tey fyrstu árini sum tónleikari, seinni útvarpsteknikari og síðani sum sivilverkfrøðingur við serkunnleika í akustikki ella ljóðviðurskiftum. Harafturat hevur Johannes Steingrund minst 25 ára royndir handan miksipultin hjá bæði kendum og minni kendum tónleikarum og tónleikabólkum.

Líka síðani Johannes Steingrund varð liðugur sum sivilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby, hevur hann arbeitt fyri mikron og ljóðmátarafyritøkuna, Brüel & Kjær. Bæði í Danmark og Týsklandi. Tey seinnu árini hevur hann verið leysari knýttur at fyritøkuni, tí uppgávurnar viðvíkjandi ráðgeving í Føroyum eru vaksandi. Serliga í sambandi við nógvar størri og smærri byggiverkætlanir, har ráðgevandi verkfrøðingar, arktiktar og byggiharrar vilja hava ljóðviðurskiftini so góð sum tilber; alt eftir hvat tann ávísi bygningurin skal nýtast til. Eisini nógvir privatir húsabyggjarar hava konsulterað ljóðmannin í Saltangará, áðrenn teir eru farnir í gongd við at byggja ella umbyggja.


Trý atlit at taka

Sambært Johannes Steingrund eru tað í høvuðsheitum trý atlit, ið skulu takast í sambandi við sethúsa og íbúðarbygging í sambandi við ljóð.

Tað fyrsta er, hvussu langur eftirklangurin er, tað næsta hvussu rúmini verða løgd í mun til hvørt annað, og tað triðja er, um fleiri familjur búgva í sama húsi ella á sama matrikuli. Til dømis í kjallara og ella loftsíbúð ella tá talan er um tvíhús.

Jú, harðari veggir, loft og gólv eru, jú størri ella kraftigari verður eftirklangurin og kemur harvið at streingja tey, sum eru í rúmi saman, meiri enn neyðugt. Hetta umfatar alt ljóð í rúminum; tónleik, tos, spæl, barnagrát ella annað. Um hædd verður tikin fyri ljóðviðurskiftum, tá eitt rúm verður innrættað, so gerst ljóðið munandi minni belastandi fyri øll húsfólkini.

Tað er ein royndur lutur, at áhaldandi óljóð og larmur ávirkar hoyrnina og psykuna hjá hvørjum einstøkum. Tí snýr tað seg um at stytta eftirklangstíðina, so til dømis tónleikur ikki er so gjøgnumtreingjandi, tá tú flytir teg eitt sindur frá hátalaranum. Tá ljóðviðurskiftini eru hørð í einum rúmi, nyttar tað nevniliga ikki bara at skrúva niður fyri ljóðstyrkini, tí sjálvt við lágari styrki kann tað virka belastandi fyri onnur enn tey, ið spæla tónleikin.


Dupultan vegg og gólv

Eitt annað atlit, ið sambært Johannes Steingrund skal takast, tá tú byggir hús, er at hava rúm – eina gongd – ímillum, har sum friðarligt skal vera, og har ið larmur oftani er. At hjúnakamarið ikki liggur inn móti stovu ella barnakarmari, har tað kann roknast við oftani at vera ófriðarligt, er vert at hugsa um.

Ber ikki til at gera eina gongd, er ein annar møguleiki. Nevniliga at býta veggin upp í tvey við tveimum settum av stillingum, sum ikki nerta við hvønn annan, so veggurin verður í tveimum, og afturat hesum at gera dupult lag av plátum

Eitt atlit afturat skal takast, um tú hevur innrættaðan kjallara ella loft. Serliga har talan er um meiri enn ta einu familjuna, ella um tú hevur fremmandar leigarar. Er ikki talan um betongdekk, ber til at gera gólvið við dupultum lagi av undirsløgum, har tað ovara lagið ber sjálvt gólvið, meðan loftið hongur í tí niðara lagnum. Hetta er nakað, sum Johannes Steingrund hevur latið gera í sínum egnu húsum, tí hann hevur skrivstovu í kjallaranum.

Hann vísir á, at nógvar óljóðkeldur eru í einum húsi, men at nógv kann gerast fyri at dempa tær. Til dømis við at keypa rætt inn av hvítvørum sum køliskápi og uppvaskimaskinu.

Í høvuðsheitum er talan um trý sløg av ljóðkeldum: Luftljóð (t.e. tað er luftborið, tos, ljóð úr hátalarum), trinljóð (t.d. tá fólk ganga, ella okkurt slær á gólv ella vegg) og bakgrundsóljóð frá føstum installatiónum (t.d. køliskáp, vatnrørsskipanir, ventlatión, o.s.fr.), har eftirklangstíðin spælir ein stóran leiklut, hvussu belastandi hetta óljóðið er.

Tað er vísundaliga prógvað, at áhaldandi ljóð og óljóð ígjøgnum langa tíð, skaðar hoyrnina hjá fólki, og nógv gerast sjúk av tí. Men ljóðkeldurnar eru sera ymiskar. Um til dømis ein kinesari brestur beint við oyrað hjá tær, kann tað bresta tromhinduna. Í summum førum grør hon aftur, men í øðrum førum ger hon tað ikki. Og sjálvt um hon grør aftur, kunnu aðrir skaðar vera hendir við millum og innara oyranum. Arbeiðir tú til dømis á einum barnagarði við nógvum gangi, gerst tú oftani móður og troyttur, og ert tú á einum arbeiðsplássi, har uppaftur meiri larmur er, til dømis á einum flakavirki í einum maskinrúmi, so verður hoyrnin spakuliga niðurslitin. Arbeiðir tú á eini skrivstovu, er týdningarmikið at óljóðkeldurnar; til dømis kopimaskinur og servarar, standa í einum øðrum rúmi, og at minkað verður um eftirklangstíðina, sigur Johannes Steingrund, ið síðani 2001 hevur ráðgivið ígjøgnum egna fyritøku, Steingrund Akustik.


FAKTA

Úrval av byggiverkætlanum sum Steingrund Akustik hevur verið við í.

Antin í samband við nýbygging, umbygging ella útbygging


Mentanarhúsið í Fuglafirði, kirkjurnar í Vestmanna, Hoyvík og Gøtu, Almanna og Heilsumálaráðið, Bakkafrost, Barnagarður Drotning Ingridar, Barnagarðurin á Mýrunum, Ebenezer, Eik (3 bygningar), Norðoya Sparikassi, Elektron, Eysturoyrar Røktar og Ellisheim, Føroya Banka (2 bygningar), Føroya Tele, J & K Petersen (óljóð frá byggiplássi), Landsbyggifelagið, Landsverk, Løgmannskrivstovan, Rás2 studio, Nebo, Miðnámsskúlin, Norðurlandahúsið, Oasan, Sansir, Shell, Skúlarnir í Runavík, Rituvík, Toftum, Strondum, Søldarfirði, Løgmannabreyt og Venjingarskúlin, TAKS (Toll & Skatt), Tryggingarfelagið Føroyar. Harafturat hevur Johannes P. Steingrund gjørt nakað av uppskotum um ljóðdoyvandi tiltøk í sambandi við privata sethúsabygging



FAKTA

Johannes P. Steingrund

1981 studentur

198183 læraravikar, útvarpsteknikari

1990 sivilverkfrøðingur

1990 Brüel & Kjær

1997 HD í uttanríkishandli

2001 Sjálvstøðugur vinnurekandi


FAKTA

Byggireglur um ljóðviðurskifti

Arbeiðseftirlitið setir ávís krøv til ljóðviðurskifti á arbeiðsplássum,

eitt nú í skúlum, barnagørðum, frítíðarskúlum, flakavirkjum og skrivstovum, men tað eru eingi krøv til privat sethús.