Hugsa longu um oyggjaleikir

Føroya Triathlon Felag skipaði seinasta sunndag fyri 1/4 triathlon. Hetta sum liður í fyrireikingunum Oyggjaleikirnar, sum verða á Rhodos um gott ár

Talan var um kapping á sonevnda OL-teininum, sum er 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning.
Einasta kvinnan í kappingini gjørdi bart í svimjingini. Súsanna Skylv Sørensen var nógv skjótast um at svimja teir 1500 m, og var hon eisini fyrst út á súkkluna. Gunnar Dahl Olsen var næstur úr hylinum, men í fyrsta skiftinum bleiv hann yvirhálaður av Evald Rasmussen. Gunnar er tó somikið sterkur á súkkluni, at hann hevði fingið bæði Súsonnu og Evald aftur, tá komið var til Kaldbaksbotn.
Beinir Rasmussen, sum ikki hevur vant nakað serligt í seinastuni, var fjórði skjótastur úr hylinum, men í súkklingini fóru bæði Andrass Joensen og Áslakkur Nesá fram um hann í Kaldbak.
                      Gunnar var eisini skjótastur í renningini, og kom fyrstur um málstrikuni. Síðani kom Andrass, sum var farin fram um Evald, tá teir høvdu runnið 1,5 km. Súsanna var beint aftanfyri teir, og stutt aftan fyri hana kom Áslakkur. Síðstur á mál var Beinir, sum brúkti dagin sum venjing. 
 
Til Íslands at kappast
Í næstum fara 10 føroyskir íðkarar til Íslands, har tey skulu taka lut í kappingini um íslendska meistaraheitið. Hetta eftir innbjóðing frá íslendska triathlon-sambandinum. Talan er um fyrstu fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar á Rhodos, har Føroyar avgjørt ætla sær umboðan. Krøvini til lutøtku eru tó munandi herd í mun til tað, sum áður hevur verið galdandi, og tí er longu nú ein neyv venjingar- og kappingarætlan løgd.
                      Tey, sum fara til Íslands at kappast, eru Evald Rasmussen, Áslakkur Nesá, Beinir Rasmussen, Gunnar Dahl Olsen, Eil Christiansen og Andrass Joensen, Eyvind Akraberg Hansen, Joan Bláfoss, Súsanna Skylv Sørensen og Anna Karina Ottosen.