Ein av trúføstu HB-stuðlunum ígjøgnum mong ár, er Birgir Enghamar. Havnarfólk flest munnu kenna hann frá taxa-koyringini, har hann hevur tikið mangan túrin, men eisini millum teirra, sum ferðast í Gundadali, er andlitið væl kent.
Trúgvi upp á tað
Birgir er HB?ari um ein háls, og umframt at hava verið aktivur á vøllinum, og síðani íðin áskoðari, er hann nú eisini virkin í felagnum, har hann í dag er næstformaður.
Tá tosið fellur inn á FM møguleikan hjá eldra høvuðsstaðarfelagnum, sigur Birgir avgjørdur, at hann framvegis trýr upp á møguleikan.
- Sjálvandi var eg ótrúliga skuffaður, tá B36 javnaði sunnudagin, men eg trúgvi so avgjørt upp á møguleikan, at teir eisini fáa gjørt okkurt við VB, heldur Birgir fyri.
- Alt hatta tosið um, at B36 kanska ikki leggur so nógv í dystin og soleiðis, kann eg ikki trúgva hevur nakað upp á seg. Ítróttur, og kanska serliga grannauppgerðir, eru soleiðis, at hvørki annað ella annað skal geva nakað sum helst frá sær, og soleiðis er tað sjálvandi eisini millum B36 og HB. Hetta er tó eisini galdandi, tá B36 spælir móti VB, tí teir fara so undir ongum umstøðum inn á vøllin fyri at tapa. Harafturat haldi eg, at sum B36 hevur spælt í seinastuni, so liggur trýstið so avgjørt á vágbingum, tí teir standa framman fyri einari sera truplari uppgávu.
- Tá alt hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at alt hetta kann vera líkamikið, um okkara menn ikki leggja alt í dystin á Krossinum. Ein sigur har er fyrsta fortreytin, áðrenn vit fara at hugsa um, hvussu úrslitið í Gundadali verður.
Um hann verður við á suðuroyarferðini sjálvur, hevur Birgir enn ikki tikið støðu til. Hann greiðir frá, at vanligi avloysara hansara er upptikin hetta vikuskiftið, men um tað eydnast at fáa onkran at koyra, so er hann til dystin fús leygarmorgunin.
- Tað er tó púra vist, at likamikið, hvussu leygardagurin spælir av, so verið eg á keiini leygarkvøldið, tá spælararnir koma aftur til Havnar, tí hava teir so avgjørt uppiborið.
Nøgdur hóast alt
Um árið sum heild heldur Birgir, at líkamikið, hvussu úrslitini fara at laga seg leygardagin, so er hann nøgdur um avrikið hjá HB hetta kappingarárið.
- Tað eri eg heilt avgjørt. Sjálvandi vil man altíð vera við í toppinum, tá kappast verður, men undan hesum árinum høvdu vit eingi krøv sett fram í so máta.
- Ungu leikararnir, sum vit hava nýtt í ár, hava tó allir sum ein verið ómetaliga raskir, so eg haldi ikki, at nakar kann loyva sær at vera vónsvikin, um tað ikki verður til gull í ár. Silvurmerkini eru longu tryggjaði, og tað hevði eingin roknað við fyri fimm mánaðum síðani, sigur Birgir at enda.