Hugo á norskum

Fyrsta bókin um Viktor Hugo Person er nú komin út í Noreg Fyrsta bókin í røðini um børn og vaksin í Port Janua er nú komin út á norskum, og á Bókadeildini gleðast vit altíð um, at bøkur okkara eisini gerast kendar úti í heimi.

Bókin Tey kalla meg bara Hugo kom út á føroyskum í 1995 og var sum eitt frískligt lot í føroyskum barnaskaldskapi, av tí at hon var so øðrvísi í mangar mátar.

Rakel Helmsdal hevur skrivað, og higartil eru fýra bøkur komnar út á føroyskum í røðini við dronginum Viktor Hugo Personi sum høvuðspersóni.

Viktor Hugo Person fær knappliga ampa av navni sínum, tí at hann í skúlanum verður borin saman við kúluta og krókbeinta klokkaranum í Notre Dame kirkjuni í París, sum franski rithøvundurin Victor Hugo skrivaði um. Tað er ein lærari, sum fær Hugo at kenna seg illa av navninum og ger, at hann hevur marruna um náttina. Tað verður ikki betur av, at í skúlanum gongur ein genta, ið eitur Esmaralda, sum Hugo verður argaður við, og ringastur at arga er vinmaðurin Ravnur.

Rakel førir lesaran við sær ígjøgnum býin saman við Hugo, har vit hitta fólk, sum á mangan hátt eru egin. Tey hava fremmand eksotisk nøvn, og lesarin fær høvi at síggja aðrar síður kanska meiri musiskar síður av tilveruni , men tað er bara tí, at Rakel leggur dent á at lýsa hendingar og fólk á øðrvísi hátt, enn vit kanska eru von.

Í tíðindaskrivi frá norska forlagnum Kapabel forlag, sum hevur givið bókina út, siga tey at: Lívið í Port Janua er sum lívið í Tórshavn, í Haugesund, Leirvík á Stord ella Os.

Bókin eitur á norskum Dei kallar meg berre Hugo. Lars Moa hevur týtt.