Uppgávan hjá løgregluni á norðoyastevnu er halda skil í. Til norðoyastevnu fær løgreglan í Klaksvík eyka manning norð til at hjálpa sær, so orka verður til at hava vakt døgnið runt.
? Vit royna at fáa alt at ganga stilt og friðarliga fyri seg á norðoyastevnu, sigur Hans Djurhuus, sýslumaður í norðoyggjum.
Tað er so ymiskt, hvussu nógv er at gera hjá løgregluni á stevnunum. Alt eftir, hvussu fólkið skikkar sær.
? Fólkini, sum eru í býnum gera av, hvat løgreglan hevur at gera. Um veðrið er gott, so eru sjálvandi meira fólk í býnum.
Væl mannaðir
Til eitt vanligt vikuskifti eru tríggir mans á vakt frá klokkan 19 á kvøldið til 3 á morgni. Á norðoyastevnu verða tað eini seks til sjey mans á vakt alt døgnið.
? Vit eru væl mannaðir á norðoyastevnu. Fólk eru til arbeiðis alt døgnið, og vit byrja longu fríggjadag, og koyrt verður heilt inntil mánamorgun einaferð, greiðir Hans frá.
Tríggir mans koma eisini til hjálpar á norðoyastevnu, tí annars hevði tað ikki verið møguligt at koyra alt døgnið.
Tað arbeiða níggju løgreglumenn á politistøðini í Klaksvík, og harafturat eru tríggir eykamenn. Teir menninir hava onnur yrki, men hjálpa løgregluni um kvøldið.
? Á norðoyastevnu býta vit vaktirnar sundur soleiðis, at politistarnir í Klaksvík eisini kunnu fáa frí. Vit royna at gera tað soleiðis, at helvtin hevur frí leygardag, og hin helvtin hevur frí sunnudag, sigur sýslumaðurin.
Løgreglan metir ikki, at tað verður meira herverk í býnum sjálvt um tað er stevna. Men nógv full fólk, sum ikki klára seg sjálvi koma í brummuna at sova.
? Tað er ymiskt, hvussu nógv eru her og gista á norðoyastevnu. Nøkur ár eru fá og nøkur ár eru nógv.
Tvær brummur eru til yvirnáttandi gestir, og um løgreglan ikki veit, hvar onkur fullur hoyrir heima, verður viðkomandi settur í brummuna at sova rúsin av sær.
? Eg vil ikki siga, at tað er stríggið á norðoyastevnu. Ein venur seg við tað. Tað er ein partur av arbeiðnum hjá okkum at arbeiða um náttina. Eg haldi ikki, at norðoyastevnan er tann strævnasta tíðin á árinum. Alt er bara so konsentrerað uppá eitt vikuskifti á árinum.
Løgreglan koyrir og gongur runt alla norðoyastevnuna, og heldur eyguni við fólki. Til kappróður og fótbóltsdystir er løgreglan eisini til staðar, um okkurt skuldi verið á vási.
Men sjálvt um løgreglan er lógarinnar langi armur, so merkir tað ikki, at fólk ikki skulu hava tað stuttligt. Ráðini til fólk eru einføld:
? Fólk skulu hugna sær og skikka sær væl. Tað kann ikki vera meiningin, at sjálvt um man hugnar sær, so skal løgreglan uppí at hjálpa. Hetta man vera gjøgnumgangandi fyri allar stevnurnar. Endamálið við eini stevnu kann ikki vera, at tú endar í brummuni fyri at sova rúsin av sær, sigur Hans Djurhuus, sýslumaður í norðoyggjum at enda.