Hugnaløta fyri tey við krabbameini

Krabbameinsfelagið skipar fyri hugnaløtu fyri suðringar sum hava, ella hava haft krabbamein

Hugnaløtan verður í hugnaligu Roykstovuni, miðskeiðis á Tvøroyri. Krabbameinsfelagið boðar frá, at høvi verður at tosa við fólk, sum hava stundir at lurta. Vanliga er hetta ein stak hugnalig løta, har stundir eru til kortspøl, borðspøl, stokkar og kaffi.

 

Hugnaløtan verður 16. mai klokkan 16.00.